YES! Nú verður tað...??

?...ella tað var í hvussu er fyrsti tankin, tá ið eg beit merki í, at Sosialurin og Johan Dahl, landsstýrismaður - av sínum eintingum - bóru fram alla bls. 8, t. 19. januar 2011, um nýggju ferjuna til Nólsoyar.??Nú landsstýrismaðurin, og onnur við makt, hava havt tríggjar vikur "...at umhugsa at flyta 20 av teimum 25 milliónunum frá einum havrannsóknarskipi til eina nólsoyarferju..." lysti mær at frætta hvør gongd er í málinum.

Talan var um "...eina kollveltandi útmelding í samband við raðfesting av strandfaraskipunum.." men tó hevur einki nýtt verið í miðlunum um hvørja móttøku hetta fær millum tey fólkavaldu.??Væl vitandi, at týdningarmiklir leikir verða leiktir handan leiktjøld, og at bert lítil partur verður borin fram í miðlunum, loyvi eg mær tó at seta hesi orð fram, við ynskjum um at okkurt afturat verður kunnað okkum um gongdina í verkætlanini.??Undirritaði hevur fleiri ferðir fingið skotið í skógvarnar, at hetta er ikki tíðin at byggja skip og at landskassin hevur ikki fíggjarligar møguleikar at seta slíkt arbeiðið í gongd. Tá loyvi eg mær at spyrja: Hava vit ráð at lata vera???Verður verkætlanin sett í verk, so er okkum í arbeiðsbólkinum sagt, at talan er um 1½ ár, frá skitsuprojektið til ferjan flýtur í Nólsoyarfirði. Skitsuprojektið er liðugt og taka við so annað fyrireikandi arbeiði við, so er áleið eitt ár eftir, ið aktiverar eina rúgvu av arbeiðsfólki og hevur við sær at nógvum familjum er tryggjað ársinntøku, heldur enn at ganga arbeiðsleys! Her er bæði talan um trivnað, lívsgleði og at varðveita kunnleikan um skipabygging.??Sjálvsagt kunnu uttanfyristandandi bera fram: Ja, men tit hava fingið nýtt og stórt skip, hvat grenja tit um? Hartil er bert at siga, at tá ið vit kundu gleðast saman við norðoyingum, um at tey fingu 40 ára gamalt skip, ið loysti teimum nógvar trupulleikar, fingu vit 30 ára gamalt skip, ið gav okkum møguleikar og skapti nýggjar trupulleikar.??Samstundis sum vit hava samkenslu við teimum, ið hava mist avvarandi, so kunnu vit staðfesta, at seinastu tvær jarðarferðirnar hevur líkbilur verið í oynni og sett sín dám á hesar løtur - í mun til áður, tá ið lík-kistur vórðu lyftar í krana og fluttar í traktorlast.??Samstundis sum vit kunnu ilskast inn á avlýsingar fyri veður og tekniskt brek, so kunnu vit staðfesta, at tað er munandi lættari at stoypa kei og flyta rusk, nú rúmligt er á bildekkinum.??Samstundis sum vit kunnu fegnast um at lyfta er í Ternuni, kunnu vit staðfesta, at hendan fleiri ferðir ikki hevur verið til at stóla uppá og hevur verið atvoldin til at ferðandi hava verið innistongd.??Hvat er so at gera? ?SET VERKÆTLANINA Í GONGD! ??Arbeitt hevur verið fram til eina skilagóða skitsu, har talan er um:?1) Nýggja ferju - og tann byggikunnleika (know-how) ið harvið er í landinum.?2) Ferju sum hevur nøktandi men ikki ov stórt bildekk.?3) Lægri ferju, ið harvið skuldi lætt um siglingina um vindur er.?4) Ferðafólkarúm í somu hædd sum bildekki, har fólk ikki noyðast í lyftu.?5) ...og ikki minst, arbeiðsskapandi tiltak í hesum arbeiðsleysu tíðum.??Tí verður áheitanin á Johan Dahl, landsstýrismann, Sosialin og aðrar miðlar, at tit samstarva um at halda lív í verkætlanini, soleiðis at hon verður sett í verk sum skjótast.??Við bestu ynskjum