Tað var ein rørandi fundur í Eystara Landsrætti í Havn týsdagin.
Á ákærubonkinum sat ein 23 ára gamal maður, sum í juli í fjør varð dømdur eitt ára fongsulsrevsing fyri óviljað manndráp og óviljað at hava gjørt skaða á likam við síni kátu koyring. Tað var ein ferðsluvanlukka, sum hendi á vegateininum millum Skála og Skálabotn í 2010. Hesin maðurin koyrdi annan bilin, og bilførarin í hinum var systkinabarn hansara og góði vinmaður, sum doyði av løstunum.
Á áhoyraraplássunum sótu fleiri fólk, sum øll meira ella minni vóru í familju antin ella bæði vóru í familju við tann ákærda og tann deyða unga mannin.
Fleiri av øllum hesum fólkum høvdu ilt við at halda tárunum aftur.
Tað hevur ikki gjørt støðuna betri, at foreldrini hjá tí deyða unga manninum, ikki hava viljað tosað við tann ákærda mannin síðan hendingina.
Vanlukkan hendi 23. september 2010, tá ið tann ákærdi maðurin saman við tveimum vinmonnum koyrdu úr Skálabotni út móti Skála.
Einastaðni yvirhálaðu teir ein bónda á traktori. Hetta var ein vanlig yvirháling, og ferðin var ikki nógv, hevur bóndin greitt frá.
Siga ikki tað sama
Teir tríggir hava givið samsvarandi frágreiðing, og hon var, at mótkoyrandi bilurin var komin yvir í terra síðu. Teir koyrdu so yvir í mótgangandi koyribreytina, tað gjørdi hin eisini, og tí slapst ikki undan samanstoytinum.
Teir halda allir fast við hesa frágreiðing.
Maðurin í mótkoyrandi bilinum doyði, tann ákærdi og síðumaðurin fingu álvarsligt mein og maðurin á baksetrinum slapp við einum brotnum armi.
Men bóndin á traktorinum hevur sagt eina heilt aðra søgu. Hann sat á traktorinum og hevði sera gott útsýni úr húsinum omaná.
Hann tvíheldur um, at tað var bilurin við trimum monnum í, sum fór yvir í mótgangandi koyribreytina og var har alla tíðina.
Bæði í Føroya rætti og nú í landsrættinum róði ákærin framundir, at teir tríggir beinanvegin sum teir vórðu lagdir inn á Landsjúkrahúsið, avtalaðu, hvussu frágreiðingin skuldi vera.
Í landsrættinum var nógv, sum teir tríggir ungu menninir ikki mintust.
“Chicken”
Í Føroya rætti varð nógv gjørt burtur úr hugtakinum at koyra “chicken”. Tað er tá tveir bilar koyra ímóti hvør øðrum við nógvari ferð, og teir halda fram við hesi koyring, so leingi teir tora.
“Chicken” er eisini at býta um koyribreyt.
Eingin vildi viðganga, at tað var hetta, sum var hent vanlukkudagin 23. september 2010.
Í rættinum týsdagin varð pápi ein av teimum trimum monnunum avhoyrdur sum vitni. Hann var farin á Landssjúkrahúsið hetta kvøldið og var har, longu áðrenn sjúkrabilarnir komu fram við teimum skaddu monnunum.
Hann hevði hetta kvøldið eisini verið inni á sjúkrstovuni hjá manninum, sum koyrdi bilin, og meðan hann helt i hondina á honum, kom nakað sum hetta frá honum fleiri ferðir: Hatta skuldu vit ikki havt gjørt.
Ikki varð útgreinað, hvat leggjast skuldi í hetta.
Seinnapartin fóru dómarar og teirra fólk, ákæri og verjar inn á staðið, har vanlukkan hendi. Tey skuldu skoða umhvørvið, meta um sýni og royna seg á traktorinum.
Dómur fellur í næstu viku.