Harry Jensen, sum hevur verið borgarstjóri í Skúvoyar kommunu seinastu tvær seturnar, ætlar sær at stilla upp aftur á kommunuvalinum komandi. Kommunan er so fáment í fólkatali, og tað eru bara trý umboð í bygdaráðnum. - Eitt av stóru tøkunum í hesum valskeiði hevur verið at fingið spillivatnsætlanina framda og góðkenda, og fyri bygdina í Skúvoy merkir tað samstundis, at øll kloakkskipanin nú er sambært galdandi lógarkrøvum.
Harry Jensen vísir á, at við í hesi ætlan er, at allir septiktangar í bygdini eru beindir burtur, samstundis sum øll bygdin hevur fingið ein felags tanga niðri á bakkanum. - Hetta fer ikki minst at lætta um hjá IRF, tá tey koma út at tøma. Fyrr kundi tað taka nakrar dagar at tøma teir stívliga 30 tangarnar í bygdini, men nú tekur tað kanska bara ein tíma við einum pumpubili.
Tað var fyritøkan hjá Frank Hellisdal í Havn, sum gjørdi arbeiðið fyri Skúvoyar kommunu.
Nú tað hevur verið frammi at byggja undirsjóvartunnil til Suðuroyar, og Landsverk hevur mælt til, at ein Suðuroyartunnil kemur upp í Skúvoy, heldur borgarstjórin, at hetta hevði verið fantastiskt. - Tað hevur verið sagt, at ætlanin er at fara í holt við ein Suðuroyartunnil, tá stóra verkætlanin við Eysturoyar-og Sandoyartunlinum er framd.
Tað merkir, vísir Harry Jensen á, at Skúvoy kann fáa fast samband við meginøkið um eini 10 ár, um politisku ætlaninar halda. Hann sigur, at yngsti borgari, fastbúgvandi í Skúvoy, er farin um tey fimmti, og tí stúrir hann fyri, at bygdin fer at doyggja út um ikki so mong ár, um oyggin ikki fær fast saman við Suðuroyartunlinum.
Í Stóru Dímun, sum eisini er partur av Skúvoyar kommunu, eru nøkur børn, men soleiðis er ikki í Skúvoy. Borgarstjórin fegnast um gongdina í Stóru Dímun, har tey fáast við landbúnað og grøði, og hann heldur fyri, at har klára tey seg eftir umstøðunum ómetaliga væl. - Tað er stuttligt at síggja, hvussu væl tey í Stóru Dímun finna út av tí, sigur Harry Jensen.
Í Skúvoyar kommunu tilsamans búgva sløk 30 fólk, harav umleið ein triðingur býr í Stóru Dímun.
Harry Jensen heldur, at eitt, sum nýggja bygdaráðið í Skúvoyar kommunu eigur at gera, er, at brúka nakrar krónur upp á viðlíkahald, eitt nú av skúlanum í Skúvoy og gøtuljós. - Vit hava áður leigað skúlan út til skúlaflokkar og bólkar, sum hava vitja í Skúvoy, men tað gera vit ikki longur. Skúlin verður mest brúktur, tá onkur serligur dagur er í oynni, og tá kunnu fólk lána skúlan til privat tiltøk.
Borgarstjórin í Skúvoyar kommunu sær eina ávísa vón fyri bygdini, um tað í nærmastu framtíð endaliga verður sligið fast, at ætlaði Suðuroyartunnilin skal koma upp í Skúvoy.