Yngsti heimsmeistari nakrantíð

Í dag gjørdist tann bert 18 ára gamli norðmaðurin, Magnus Carlsen tann yngsti heimsmeistarin í snartalvi nakrantíð.

 

- Tað kendist ótrúliga gott. Eitt sindur harmiligt, at eg ikki helt støðið til seinasta leik, har eg tapti eitt spæl ímóti endanum, men lat tað fara. Tað týdningarmesta er, at eg vann HM, segði Magnus Carlsen við norska VG, tá HM-heitið var veruleiki.

 

Framúrskarandi talvúrmælingurin fyllir 19 ár um tvær vikur, og spurdur um hann heldur seg vera heimsins besta telvara, svarar Magnus Carlsen rættiliga ósmæðið: - Tað er nógvir góðir telvarar í oddinum, men eg veit ikki um nakran teirra, sum hevur størri orsøk til at kalla seg heimsins besta telvara, uttan eg sjálvur.

 

VG eru ivaleysir í, at kappingarneytarnir hjá Magnusi Carlsen hava nógv at stúra fyri í framtíðini, tí unglingin vil sleppa at seta dagsskránna. - Eg skal bara royna at betra meg, og so trúgvi eg, at fari at røkka ógvuliga langt, staðfestir Magnus Carlsen.