- At enda í klørnum hjá tí almenna ynski eg ikki fyri mín versta fígginda, sigur Jón Holm. Fyri 15 mánaðum hendi eitt álvarsamt arbeiðsóhapp honum, og enn er hann ikki vorðin arbeiðsførur aftur.
9. januar 2015, er Jón Holm til arbeiðis á Skipafelagnum Føroyar, sum hann hevur verið seinastu 12 árini. Lossingin gekk væl hetta kvøldið, og nú vóru tvær bingjur eftir at seta upp á pláss.
Sum so mangan fyrr stendur Jón Holm niðri á dekkinum og vegleiðir kranføraran. Alt gongur eftir ætlan, og sum vant steðgar kranførarin á, beint áðrenn bingjan skal setast upp á pláss, fyri at fáa ringasta sveiggið úr trossanum. Jón Holm rópar upp til kranføraran, at hann fer upp á at føra bingjuna upp á pláss, men kranførarin misskilir.
Meðan hann fer aftur um bingjuna og byrjar at klatra upp á, byrjar kranførarin at lora bingjuna. Hann hevði júst sæð Jón Holm á dekkinum og tað fall honum ikki inn, at Jón Holm nú var á veg upp á bingjuna.
Jón Holm hevur júst tikið høgru hond upp í lásið oman á bingjuni, tá kranførarin lorar bingjuna niður, og hon læsir seg í hini trý lásini. Jón Holm rópar upp og biður kranføraran lyfta bingjuna. Tríggir fingrar lógu kleimdir millum bingjurnar og vóru soraðir í spønir.
Øll samrøðan er at lesa í Vikublaðnum, sum varð borið út mánadagin.
15 mánaðir eru farnir síðani óhappið, men enn eru eingi útlit fyri, at Jón Holm verður arbeiðsførur aftur í bræði. Fyrsti liður í lítlafingri er burtur, so fingurin er stívur. Longutong og fremstifingur kunnu boyggjast nógv, men ikki heilt inn í lógvan. Framgongdin í endurvenjingini er steðgað upp, talan er um møguliga at fremja eina nýggja skurðviðgerð og í 2017 skal Jón Holm aftur til endurmeting hjá einum lækna.
Meðan hann hevur alt rós at bera familjuni, damuni og Skipafelagnum fyri teirra stuðul hesa tíðina, hevur hann lítið gott at bera almennu myndugleikunum.
- Tað er ómetaliga strævið, tí tað gongur so seint hjá tí almenna. Tey áttu at sagt “Slappa av, tú ert í tryggum honum nú.” Í staðin er tað, sum ein verður sleptur upp á fjall. Eg havi hús og heim at taka mær av, men má stríðast við tað almenna fyri at fáa ta hjálp, eg havi krav upp á. Tað kann ikki bera til, at fólk sum koma illa fyri, skulu renna frá Peri til Pól. So brádliga hevur onkur gloymt at senda eitt skjal og so fært tú einki útgjald í tvær vikur. At enda í klørnum hjá tí almenna ynski eg ikki fyri mín versta fígginda, sigur hann.
Hann ber tó ikki kranaføraranum agg.
- Eg havi framvegis 100 prosent álit á honum og hevði gleðiliga fari til arbeiðis við honum í morgin, um tað skuldi verið, sigur Jón Holm.
Øll samrøðan við Jón Holm var at lesa í Vikublaðnum, sum varð borið út mánadagin.