Ynskja føroyskir politikarar eitt annað slag av vælferðarsamfelag?

Heri Petersen, Hoyvík
--------

“vit eru komin hartil nú, at samfelagið skal ikki vera eitt forsyrgjarasamfelag, har mann tekur hond um øll” sigur fyrrverandi formaðurin í Javnaðarflokkinum. Formenninir í Fólkaflokkinum og Miðflokkinum siga seg vera sera samdar, meðan hinir floksformenninir ikki beinleiðis fyrihalda seg til spurningin.
At siga, at vælferðarsamfelagið, sum vit kenna tað, er í ferð við at broytast grundleggjandi, er kanska ein yvirtulking, tí eftir eina skjóta gjøgnumgongd av heimasíðunum hjá politisku flokkunum vilja teir allir útbyggja verandi struktur á vælferðarøkinum, men alt skal bara vera betri og øll glaðari. Spyrt tú ein politikara um, hvussu vit skulu innrætta vælferðarsamfelag okkara, so er svarið ivaleyst, at vit skulu varðveita eitt samfelag, sum líkist tí í norðurlendsku grannatjóðum okkara. Men sum borgarar hava vit kortini orsøkir til at vera eitt sindur ørkymlaði, tí signalini frá politikarum okkara peika í ymsar ættir. Og tá eg sigi, at vit kunnu vera ørkymlaði, so er tað ikki orsaka av, at vit kunnu vænta broytingar í vælferðarsamfelagnum – teimum rokni eg ikki við, at vit sleppa undan. Men vit kunnu vera ørkymlaði um, at tað er heldur ógreitt, hvat politisku flokkarnir í veruleikanum vilja.
At politiskir flokkar í stevnuskráum og visjónum spjaða fagran boðskap um gleði og gleim er ikki nakað serføroyskt fyribrigdi, og eins og hjá fleiri av politisku flokkunum í grannalondunum, so eru føroysku stevnuskráirnar ikki nógv annað enn vælmeinandi klisjeir, tá tað kemur til vælferðarøkið. Samstundis síggja vit oftari og oftari útsagnir sum tær um forsyrgjarasamfelagið. Og her er ikki bara talan um nakrar óroyndar politikarar, sum í túnatosi koma við hesum sjónarmiðum, men tað eru floksformenn og leiðandi politikarar, sum alment tala fyri at bróta við nakrar grundsúlur í norðurlendska vælferðarmodellinum.
Í norðurlondum er breið semja um, at norðurlendska vælferðarmodellið skal varðveitast – hetta er uttan mun, um mann politiskt er høgra ella vinstravendur. Bæði høgra- og vinstraflokkar siga seg eftirhondini vera garantar fyri vælferðarsamfelagnum, meðan nakað av ósemju er um, hvussu mann røkkur tí góða samfelagnum, tó so at munir millum høgra og vinstra kunnu tykjast kámari enn nakrantíð. Og soleiðis tykist støðan eisini vera í Føroyum.

Broytingar koma vit ikki uttanum
Vit hava seinnu árini fingið eitt økt skattafíggjað tænastustøði á vælferðarøkinum, og vit hava eitt veitingarstøði, sum í høvuðsheitum er fult á hædd við hini norðurlondini. Talið á eldri í mun til fólk í “arbeiðsførum” aldri fer at økjast munandi komandi árini, og alt hetta hevur ta avleiðing, at vælferðartænasturnar eru komnar undir trýst og væntandi fara at koma undir størri trýst frameftir. Í hesum sambandi er tað mín hugsan, at ein tann fremsta uppgávan hjá politiska myndugleikanum er at bera so í bandi, at vælferðarsamfelagið verður varðveitt, men tað skal tó eisini vera fíggjarliga haldført.
Skal eldrarøktin útbyggjast við verandi bygnaði til tvey- ella trýfaldaða stødd, og skal heilsuverkið framhaldandi veita ókeypis viðgerðir til øll – og tað er væl at merkja viðgerðir, sum verða nógv fleiri í tali og munandi dýrari og við dýrari heilivági? Og hvussu skal tað fíggjast? At vit møguliga hava ein pensjónsreform á veg, sum minkar trýstið á landskassan, er sjálvandi eitt framstig, men sambært búskaparfrøðingum er tað ikki nokk, og neyðugt verður við øðrum munagóðum tiltøkum.
Á fíggjarlógini fyri 2011 eru settar av 1,7 mia. kr. til almannamál, sum eisini er nógv tað størsta málsøkið. Tá tey, sum hava sitið við politisku leiðsluni síðstu mongu árini, hava verið ákærd fyri ikki at raðfesta bleytu virðini, hava tey errin víst á “at vit brúka meira pengar upp á almannaøkið enn undanfarna ár”. Og tað er eisini fínt – tað hevur verið neyðugt og kanska eisini fíggjarlig rúmd fyri tí. Men eg ivist stórliga í, um politiskar leiðslur frameftir fara at hava møguleika fyri at svara soleiðis.
Kunnu vit halda áfram við verandi gongd, fíggjað við at spara onkra heimahjálp her, onkran bygdaskúla der, smávegis skerjingar í onkrari veiting og spara í umsiting? Og endar tað ikki við, at vit sita eftir við einum vælferðarsamfelag, sum er so útholað, at tað hvørki er fuglur ella fiskur? Nú kunnu politikarar so vísa á, at júst tey og teirra flokkur hevur rætta lykilin til búskaparvøkstur, sum so skal vera við til at fíggja vælferðarsamfelagið. Men óansæð búskaparvøkstur, so verða avbjóðingarnar fyri vælferðarsamfelagið frameftir ovurstórar.
Í so máta eru útsagnir hjá áðurnevndu politikarum kanska eitt fet rætta vegin, soleiðis at skilja, at tørvur er á einum meira yvirskipaðum kjaki um vælferðarsamfelagið.

Ov nógvar generellar skipanir?
Sum nevnt er heldur trupult at gjøgnumskoða tað, sum politisku flokkarnir veruliga standa fyri, tá tað kemur til langsigtaðar ætlanir fyri vælferðarsamfelagið. Til útsøgnina, sum sipað verður til omanfyri, um forsyrgjarasamfelagið skal leggjast aftrat, at “politiska semjan” millum áðurnevndu floksformenn eisini fevnir um tann veruleika, at vit hava ov nógvar generellar skipanir, og sosialu veitingarnar mugu í nógv størri mun málrættast teimum veiku bólkunum.
Ein sereyðkenni í norðurlendska vælferðarmodellinum er líka rættur til vælferðartænastur. Tað, sum omanfyrinevndu politikarar at síggja til eru farnir at argumentera fyri, er nakað, sum líkist tí sokallaða liberala vælferðarmodellinum, sum tey hava í eitt nú USA, Bretlandi og Avstralia – munurin er bara, at har snakka vit um eitt skattatrýst á einum HEILT øðrum støði. Danski Konservativi fólkaflokkurin hevur júst lagt fram eitt uppskot til reform av vælferðarsamfelagnum, sum orðarætt “er tikið” frá Jóannes Eidesgaard. Tað er bara tann “lítli” munurin, at sambært donsku konservativu skal tað hanga saman við einum munandi skattalætta.
Eg veit ikki um eg leggi orð í munnin á politikarum – eg vóni at eg fari skeivur. Men neyðugt er, at politisku flokkarnir koma út úr skápinum við nøkrum sjónarmiðjum, tí sum nú er koma onkrar hálvhjartaðar útsagnir, sum kunnu tulkast upp á fleiri mátar.
Føroyskir politikarar meina tað neyvan “illa” – t.v.s. at vit skulu hava amerikanskar tilstandir, men spurningurin er, hvar føroyska samfelagið tekur hond um øll? Jú heilsuøkið er við heilt fáum undandtøkum ein generel skipan, sum tekur hond um øll, og skúlaøkið eisini.
Tað er nakað lætt sloppið at siga, at veitingar á almannaøkinum skulu málrættast teimum veiku bólkunum. Flest allar almannaveitingar á almannaøkinum eru inntøkuerstattandi – t.v.s. tey, sum hava aðra inntøku, fáa eina lægri ella onga veiting. Flestu vælferðartænastur og nakrar veitingar eru tó óheftar av inntøku og ognarviðurskiftum, og er talan um sokallaðu meginregluna um kompensatión, ið er so grundleggjandi í norðurlendsku vælferðarskipanunum. Her kann mann sjálvandi fara inn og pilka við – nøkur hava kanska ikki “tørv” á hesum veitingum ella hava møguleika at gjalda fyri eina vælferðartænastu. Og ynskir mann tað – ja so skal mann bara politiskt taka avgerðina, sum annars hevði verið beint ímóti andanum í ST-sáttmálanum um rættindini hjá fólkum við breki. Tað kann helst spara landskassanum fyri eina upphædd, men at trúgva at tað fer at bjarga nakrari vælferð, so má mann trúgva umaftur.

Tey á ovastu rók skulu bera størri byrðar?
At siga, at vit hava ov nógvar generellar skipanir, og at sosialu veitingarnar skulu málrættast teimum veiku, merkir sum kunnugt, at nøkur, sum fáa almannaveiting, skulu missa hendan rættin, ella í ein ávísan mun missa rættin. Hetta stuðlar upp undir politiska mótaorðið “at tær breiðu herðarnar skulu bera”. Tað hevur í fleiri førum verið endurtikið í ymsum kjaksendingum, á Løgtingsins røðarapalli og í almenna kjakinum annars av nøkrum leiðandi politikarum í serliga Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Miðflokkinum, at verandi skipanir eru ov asosialar, tí tey á niðastu rók skulu gjalda tað sama, sum millióningurin. Eg dugi ikki at siga, hvat Fólka-, Sambands- og Sjálvstýrisflokkurin halda um hetta, tí sjónarmiðini sleppa at standa ósvarað (so vítt eg veit).
Á vælferðarøkinum hevur tað politiskt verið nógv funnist at gjaldinum til Heilsutrygd, tí “høgur sum lágur” skal gjalda tað sama, og egingjaldið til hoyritól, sum er eins fyri øll, eru eisini dømi um eina skipan, sum hevur staðið fyri skotum, m.a. tí at øll gjalda tað sama. Og fyri at taka eitt dømi, sum ikki beinleiðis er eitt vælferðarmál, so fekk uppskotið hjá landsstýriskvinnuni í mentamálum um at áseta kringvarpsgjaldið eftir inntøku so at siga ongar viðmerkingar alment.
Eg dugi ikki at síggja, hvat fyri eitt vælferðarsamfelag hesir politikarar brúka sum fyrimynd. Tað er so ikki tað norðurlendska vælferðarmodellið, har í umfordeiling fer fram umvegis skattaskipanina, meðan líkarættur er til vælferðartænastur. At gera tænasturnar inntøkutreytaðar er ikki eitt tema í øðrum norðurlondum – einstakar røddir hava tó verið frammi við slíkum uppskotum, men tað er ikki sannlíkt at vinna frama.
Og tað er ein orsøk til at onnur lond ikki hava sett slíkar skipanir í verk fyri nógvum árum síðan, og tað er tí, at vansarnir í ríkiligt mát skugga fyri fyrimunum.
Ein týðandi grundgeving, sum talar ímóti inntøkutreytaðum egingjøldum, er, at fígging av vælferðarsamfelagnum verður meira ógjøgnumskygnug enn hon er frammanundan. Harumframt verður tað truplari hjá borgarum at gjøgnumskoða skattastigan, óansæð um tað er við inntøkutreytaðum obligatoriskum brúkaraskattum (kringvarpsgjald og heilsutrygd) ella inntøkutreytaðum brúkaragjøldum (t.d. heilsutænastur og hoyritól). At áleggja gjøldini eftir inntøku hevur júst sama virkna sum lønarskattur, og at lønarskattur er skaðiligari enn aðrir skattir, tá tað kemur til búskaparvøkstur, siga allar lærubøkur.
Vit hava ein progressivan skattastiga til umfordeiling, har tey við høgari inntøku gjalda meira til felagskassan enn tey við lágum og miðal inntøku. Um mann politiskt ynskir, at tær breiðu herðarnar skulu bera eina størri byrðu, so set skattin upp fyri hesi, heldur enn lúra tað ígjøgnum bakdyrnar umvegis progressiv egingjøld, og gera paralellar skipanir og umsitingar. Men so løgi tað ljóðar, so hava flestu av hesum somu politikarum samstundis ásannað, at lønarskattaskrúvan hevur nátt botnin.
Ivaleyst er onkur skipari ella stjóri, sum saktans kundi goldið fyri sítt gangistativ ella skurðviðgerð. Men at gera slíkar skipanir, sum í praksis venda sosialt rætt, og sum ikki gera størri skaða enn gagn, eri eg ikki sannførdur um er gjørligt. T.d. allar barnafamiljur, sum hava sett føtur undir egið borð síðstu árini, hava í nógvum førum lutfalsliga góðar inntøkur men eru samstundis undir einum kolossalum økonomiskum trýsti. Og er tað inntøkur, sum skulu koma burtur úr egingjøldum, so er ikki nokk bara at raka tey við veruliga høgum inntøkum. Og hvat við tí ógifta manninum uttan inntøku, sum livir saman við yvirlæknanum, og hvat við heimabúgvandi vaksnu børnum teirra, hvat við pensjónistinum, sum hevur milliónir á bankabókini, eigur hús og summarhús við feitilendi, men onga inntøku aftrat fólkapensjón - og ikki at gloyma, at fleiri av teimum á sokallaðu ovastu rókum ikki gjalda skatt av týdningi. Jú helst ber til at gera skipanir, sum taka hædd fyri slíkum skeivleikum, men tað krevur eitt sera nágreiniligt regluverk og samsvarandi umsiting, um tað skal venda sosialt rætta vegin. Og tá mann so hevur sálda øll tey frá, sum ætlanin var skuldu sleppa undan kringvarpsgjaldinum ella sleppa undan at gjalda fyri sín hoyritól, ella hvat tað so er: Hvat er so inntøkan til landskassan, sum stendur eftir, tá meirumsitingin er goldin? Vit hava nógv í Føroyum við heilt góðum inntøkum, men tað er hóast alt avmarkað tal av teimum, sum hava samband við almannaøkið, og sum harvið kundu givið inntøkur ella minka um útreiðslurnar. Og sum nevnt eru tílíkar skipanir umsitingarliga sera tungar, um tær skulu virka sum ætlað.
Ein annar møguleiki at fáa inntøkur er at skipa gjøld, sum ein fastur prosentsatsur av inntøkuni, eins og samhaldsfasti, ALS og barsilsgjaldið, sum so merkir, at høgu inntøkurnar gjalda meira enn lágu inntøkurnar. Hetta er rímiliga einfalt at umsita, men fleiri av teimum vansum, sum nevndir eru omanfyri við inntøkutreytaðum brúkaragjøldum, eru eisini galdandi her. Vit skulu somuleiðis hava í huga, at ein løntakari longu við eini mánaðarligari inntøku á umleið 21.000 kr. hevur eitt marginalskattaprosent upp á umleið 58 %, og so eru vit aftur við lønarskattaskrúvuni! Fyri okkum løntakarar er tað eitt feitt um talan er um a-skatt, samhaldsfasta, ALS o.a. - virknaðurin og avleiðingarnar fyri tann einstaka er neyvt tað sama.

Hvat kunnu vit so gera?
Eg eri ikki politikari, og tí er mín hugsan ikki áhugaverd? Tað er sostatt ikki ein spurningur um, at serfrøðingar ella embætisverkið mæla til eina ella fleiri loysnir, tí talan er fyrst og fremst politiskar hugsjónir og avgerðir í spurningum um fordeiling. Fyrst og fremst er neyðugt við einum yvirskipaðum orðaskifti um nøkur høvuðsprinsippir í vælferðarsamfelagnum. Vit eiga ikki at brúka vantandi hagtøl og gransking sum undanførsla fyri at sleppa undan at taka kjakið. Sjálvandi kundi meira vitan kanska kvalifiserað kjakið, og verður hetta í ein ávísan mun eisini neyðugt, tá evt. broytingar skulu fremjast í verki.
Tað er ongin løtt loysn, tí vansar fylgja við øllum alternativum. Politiskt verður neyðugt at taka ópopulerar avgerðir og slúka onkrar kamelar, og skuldu øll tey, sum bjóða seg fram politiskt, havt skyldu til eisini at fyrihildið til tann veruleikan. Og at varðveita verandi vælferð er eisini at slúka ein kamel, tí avbjóðingarnar hvørva ikki av sær sjálvum, og rokningin skal gjaldast umvegis skattin hjá hvørjum einstøkum føroyingi.
Tað er naivt at trúgva at hetta kann gerast bara við at málrætta vælferðarveitingar og tænastur til veikar bólkar, tí verður tað gjørt, samstundis sum skattatrýstið verður varðveitt, so trúgvi eg, at fólkaliga undirtøkan fyri vælferðarsamfelagnum fer í upploysn.