Meginfelag teirra brekaðu heitir nú, við ST í rygginum, um at tryggja føroyingum, ið bera brek, javnbjóðis atgongd til føroyska samfelagið.
- Hetta er atkoma í víðari merking t.v.s., atkoma inn í bygningar og fram at ymiskum umhvørvi, ferðamøguleikum, upplýsing og samskifti, kunningartøkni, samskiftistøkni og skipanum, og øðrum hentleikum og tænastum, sum tøkar eru og verða veittar almenningi, bæði á bygd og í bý, skrivar Tóra við Keldu, forkvinna, í lesarabrævi í dag.
Hon vísir á, at ST-sáttmálin um rættindi teirra, ið bera brek, sum Føroya Løgting hevur sett í gildi í Føroyum, inniheldur eina grein, sum vísir á týdningin at fólk, ið bera brek, kunnu liva sjálvstøðugt og fullvegis vera við í øllum lívsins viðurskiftum.
- Nevndin mælir til, at Føroya Landsstýri ger eina samlaða ætlan fyri at tryggja fólki, ið bera brek, atkomu til hentleikar, tíðindi og tænastur, sum skulu innihalda ítøkilig mál, tíðarætlan, fíggjarætlan, revsitiltøk og eftirmeting, skrivar Tóra við Keldu, og vísir til ST-nevndina, ið varðar av ST-sáttmálanum, og sum nýliga hevur sent Føroya Landsstýri eitt skriv við tilmælum, hvussu korini hjá teimum, ið bera brek, kunnu betrast í Føroyum.
Tóra við Keldu vísir á trupulleikan við, at sendingarnar hjá Kringvarpi Føroya einans verða tekstaðar ella tulkaðar, um tey verða roknað sum sertíðindi við serstøkum áhuga. Hon skrivar, at ST-nevndin mælir til, at Føroya Landsstýri tryggjar atkomu fyri bæði tey, sum eru tunghoyrd og tey, sum eru deyv, til allar sendingarnar í KVF.
Tóra við Keldu gleðist um, at Dagur og Vika, 3-2, Kjakið og Vangamyndin verða stroymaði við teknmálstulking, men vísir á, at tað hjálpir ikki teimum, ið eru tunghoyrd. Eisini vísir hon á, at bæði deyv og tunghoyrd eru fullkomiliga útihýst frá øðrum sendingum, sum mentanarsendingum og dokumentarum.
- Ein kærkomin broyting hevði verið, at allar føroyskar sendingar vórðu tekstaðar. Annar møguleiki var, at sendingarnar vórðu tekstaðar, so møguleiki var hjá teimum, sum ynskja tað, at velja tekst til sendingar á tekstvarpinum.
Les eisini Javnrættindi, ikki serrættindi
Les eisini ST-sáttmálin grundarlag undir lógarsmíði