Ynskja undirbuksir á listaverk

Standmyndin hjá Michelangelo av nakna David er ov nógv av tí góða fyri íbúgvarnar í lítla, japanska býnum, Okuizumo.

Ein handilsmaður, ið er ættaður úr býnum, helt í fjør, at kopiir av kendum standmyndum í Europa høvdu riggað væl í býnum.

Tískil blivu standmyndir, ið eru fimm metrar til hæddar hvør, settar í viðarlundina í býnum. Standmyndirnar vóru tann kenda David og Venus úr Milo, sum listamaðurin, Michelangelo, upprunaliga hevur gjørt.

Eftirgjørda standmyndin av Venus úr Milo vísir ein figur, ið hevur klæði á undirkroppinum. Hinvegin er David púra nakin.

Báðar standmyndirnar hava fingið fólk at ógvast, skrivar tíðindastovan AFP.

Summi halda, at David átti at verið í undirbuksum.

- Hetta eru listaverk av naknum fólkum, og slík verk eru rættiliga sjáldsom her í býnum. Summir av íbúgvunum vilja vera við, at børnini í býnum ikki eiga at síggja slíka standmyndir, sigur umboðsmaðurin fyri býin, Yoji Morinaga, við AFP

- Hetta er fyrstu ferð, at vit hava slíka standmyndir í býnum, og tað ørkymlar fólk øgiligt, sigur umboðsmaðurin.

Roknað verður tó við, at David sleppur undan at verða latin í undirbuksir í japanska býnum. Ístaðin vóna myndugleikarnir, at størsti parturin av teimum ónøgdu íbúgvunum í býnum, ið annars telur 15.000 fólk, venja seg við standmyndirnar og fara seinni at síggja listarliga virðið í verkunum.