Tá Jamaica-rennarin Yohan Blake vann silvur á 100 og á 200 metrum, hevði hann ur, men tað kann kosta honum eina ella aðra sekt. Orsøkin er, at urið hjá Yohan Blake er ikki av merkinum Omega, sum er almennur sponsorur hjá leikunum í London.
Urið, sum Yohan Blake rann við, er sergjørt og av slagnum Richard Miller og kostar sambært fjølmiðlunum knappar 250.000 krónur.
Sambært TNT Magazine hevur Altjóða Olympiska Nevndin (IOC) givið boð um, at málið um urið hjá Yohan Blake skal kannast.