Yrking

.

Lag: Davi Krocket


Nú skulu tit hoyra um ein góðan mann

Óli Breckmann so eitur hann.

Til fólkatingsvalið sera væl tað gekk,

hann næstmestar stemmur í hesum landi fekk.


Niðurlag:

Óli, Óli Breckmann framtíðar ljósa hop.


Fólkaflokkur fór allur samal í sving,

vit velja bert Óla á danating,

so kann hvør einasti siga fyri seg,

her heima á landi hann ger ei meir fortre.


Tá Óli var valdur vit hoyrdu ein stavn,

nú kann eg saktans sita hendur í favn,

á løgtingi Føroya vit hoyrdu hansar rødd,

eg lortaspann nú sendi yvir tykkar høvd.


Tey alment lønt eg vendi mær til,

nú kann eg saktans siga tað sum eg vil.

Mín klára rødd hon stendur nú føst.

Eg rokni tykkum øll við ein fúlan køst


Men Óli hann sigur væl meira enn tað.

Nú kunnu tit øll sita á sama stað.

Hvør almennur stovnur stig fyri stig,

eitt skitið rottureiður eg líkni tykkum við.


Á Agnes Louise leyp skiparin upp:

eg verði ei meira á hesari slupp.

Nú hevur Óli givið øllum krút,

í havið nú sjóleysur leypi eg út.


Næst maður reistist tá Jógvan I. O.

Hoyrið nú allir eg gevi hesi boð.

Eg ynski hesa manning nú niður og norð

og loypi so út í øvugtum borð.


Ja, soleiðis endaði Agnes Louise,

vit hoyra frá teimum ei meira eitt kis.

Men Óli Breckmann tann frálíki stavn?

hann situr á danatingi hendur í favn.


Niðurlag:

Óli, Óli Breckmann framtíðar ljósa hop.


Sólvit