Yrkisnevndir skapa størri vøkstur

Fyritøkur, ið hava professionellar nevndir – yrkis­nevndir - hava nógv størri framgongd enn tær, hvørs nevndir eru umboðaðar av eigarum, familju ella advokatum. Gongdin í okkara grannalondum er tann, at støðugt fleiri nevndir gerast professionellar

Finnur Sivertsen, búskaparfrøðingur

Business-Line

www.bl.fo

----------

 

Tað eru pengar í pro­fessio­nellum, virkisfúsum nevnd­um við góðum førleikum. Tær fyritøkur, ið hava slíkar nevndir, eru reinar vakstrar­rakettur, samanborið við tær, ið hava tilvildarliga sam­ansettar nevndir, ið bert lúka lógarinnar krøv.

Umsetningurin veksur skjótari

Umsetningurin í meðalstór­um fyritøkum við pro­fessio­nellum nevndum økist tvær ferðir skjótari enn í fyri­tøk­um, hvørs nevndarlimir eru eigarar, familja ella advo­katar.

Hetta verður staðfest í eini nýggjari frágreiðing hjá ráðgevingarfelagnum PriceWaterhouseCoopers, PwC, har 117 meðalstórar danskar fyritøkur eru kann­aðar við atliti til fíggjarligu gongdina, við ella uttan yrkisnevndum.

Kanningin staðfestir, at umsetningurin hjá fyri­tøk­um við professionellum nevndum hækkaði 139% í tíðarskeiðnum 2001-2006, meðan umsetningurin hjá fyritøkum uttan professio­nella nevnd bara hækkaði 10% hetta sama tíðar­skeið­ið.

Meðal rentingin av egin­peninginum var eisini mun­andi hægri hjá fyritøkum, ið hava professionellar nevnd­ir, enn hjá teimum, ið ikki hava tílíkar.

- Kanningin staðfestir enn einaferð tað virðið, ið er í professionellum nevnd­um, ið kunnu bjóða dagligu leiðsluni av og hjálpa henni við at orða nýggjar strateg­iskar ætlanir, ið tryggja vøkst­ur. Nevndirnar arbeiða meira málrættað, og tað gev­ur úrslit, sigur Kent Hede­gaard, ráðgevi hjá PwC.

Trýst á leiðsluna

Fyrimunirnir við nevndum, hvørs nevndarlimir eru vald­ir eftir førleika, eru m. a., at tær hava møguleika at styrkja um førleikan hjá dag­ligu leiðsluni.

Professionellir nevndar­limir verða ofta funnir mill­um roynd vinnulívsfólk, ið hava vunnið sær eina ser­vitan og koma úr leiðandi størvum. Teir síggja fyri­tøk­urnar við “nýggjum brill­um” og síggja nýggjar møguleikar.

Samstundis kunnu yrkis­nevndir í nógv størri mun enn virkiseigarar tryggja, at týdningarmiklar avgerðir verða tiknar út frá óheftum, grundleggjandi kanning­um.

Ein virkisfús nevnd við góðum førleikum, vil sam­stundis leggja eitt jaligt trýst á dagligu leiðsluna, ið stendur til svars fyri nevnd­ini. Leiðslan vil tí leggja seg eftir, at náa best møgu­ligu úrslitum.

- Tú fært nýggj, uttanhýsis eygu at skoða fyritøkuna. Hesi skulu bæði geva góðan íblástur og samstundis hava eftirlit við fyritøkuni. Eig­ara­stjórin kann lættliga taka skjótar avgerðir, uttan ser­liga umhugsan, meðan ein virkin nevnd altíð skal umhugsa og grundgeva fyri sínum avgerðum, sigur Flemming Poulfelt, pro­fessari á CBS, Copenhagen Business School, í Keyp­mannahavn.

Nýggjan íblástur

Hóast ikki allir virkiseigarar ynskja at lata øðrum týdn­ing­armiklar avgerðir í hendi, eru tað fleiri og fleiri eigarar av smærri og miðal­stórum fyritøkum, ið ynskja sær eina professionella nevnd.

- Hetta er ein ásannan av, at tú sjáldan kanst reka eina fyritøku á bestan hátt, uttan at tú javnan fært nýggjan íblástur og møguleika at tosa við serkøn fólk um tær avgerðir, ið skulu takast. Samstundis er óttin hjá eigaraleiðarum fyri at lata onnur fáa innlit í teirra fyritøkur í dag um at vera burtur.

- Sum heild kann sigast, at fyritøkurnar nú síggja fyrimunirnar við virkisfús­um nevndum og tí eru virkiseigarnar meira tilvit­aðir um tær. Tá so bankin, advokaturin og grann­skoð­arin eisini viðmæla hesum nevndum, tá byrja fleiri at umhugsa henda møguleika, sigur Anders Bech, nevndar­ráðgevi við danska vinnu­blaðið.

Føroyar og yrkisnevndir

Verður hugt út yvir vinnu­liga landslagið í Føroyum er torført at fáa eygað á pro­fessionellar nevndir. Og tó. Tær finnast. So seint sum í ár hava vit sæð, at stórsta samskiftifyritøkan í Føroy­um hevur sett ein nýggjan nevndarformann, ið hevur gjørt seg galdandi uttan fyri landoddarnar innan kunn­ingartøkni. Ongin ivi er um, at hansara vitan er gott viðføri at hava hjá eini mál­søknari fyritøku, ið hevur sett sær fyri, at vinna sær nýggjar marknaðir úti í heimi.