Yrkistónleikari í 20 ár

Søgan um Stanley Samuelsen er søgan um 19 ára gamla fuglafjarðardrongin, ið fór til Danmarkar at vitja bróðursonin í tvær vikur. Honum dámdi so væl niðri, at hann nú hevur búð í Danmark í skjótt 34 ár. Stóran part av tíðini hevur hann burturav livað av tónleikinum.

Jón Brian Hvidtfeldt
[email protected]
????????????????????

Tá 19 ára gamli Stanley Samuelsen í 1970 fór til Danmarkar at vitja bróðursonin, ið gekk í skúla niðri, hevði hann longu gjørt vart við seg á føroyska tónleikapallinum. Síðan hann var 14 ára gamal hevði hann verið við í tónleikabólkinum Silly Boys úr Fuglafirði, ið vikuskifti eftir vikuskifti savnaði ungdómin úr Eysturoynni í dansistovuna í Fuglafirði.
? Eg skuldi bara vera niðri í tvær vikur, men eg kom ongantíð aftur, greiðir Stanley frá.
Henda leygardag í februar, tá Sosialurin hittir Stanley, er hann komin til Keypmannahavnar at spæla til ferniseringina hjá lista- og bygdarmanninum, Øssur Mohr.
Stanley treivst væl í Keypmannahavn, fekk okkurt fyrifall-andi arbeiði, fór í skúla. Í 1972 fekk hann starv sum pleygari á Ebberødgård í Birkerød, ið var ein stórur stovnur fyri evnaveik. Heili 1200 evnaveik úr øllum Danmark vóru savnað har, minnist Stanley. Og so var tað tónleikurin.
Øll sjeytiárini var hann virkin tónleikari, og sum fráleið fylti tónleikurin so nógv í lívi hansara, at hann fekk avtalu í lag við arbeiðsplássið um at broyta fasta starvið til eitt vikarstarv. Tað var eitt slag av einum fíggjarligur trygdarneti, men gav samtíðis pláss til tónleikin.
Tónleikari burturav
Umleið 1980 tók Stanley stigið, ið mangur tónleikari droymir um. Hann vildi nýta alla sína tíð og orku til tónleikin.
Stanley kendi tónleikaran og plátuframleiðaran Nis P. Jørgensen, ið millum annað hevði tónleikabólkin 40º i feber undir hond. Tá bólkurin, ið millum annað plagdi at spæla til tiltøk hjá danska Javnaðarflokkinum og fakfelagsrørsluni, brádliga manglaði ein guitarleikara, vóru boð eftir Stanley. Fuglfirðingurin spældi við hesum bólki í nøkur ár, og samtíðis fóru hann og Nis P. Jørgensen at spæla tónleik saman. Teir nevndu seg Den udødelige duo, og skjótt skuldu teir fáa ein virknan lut innan Javnaðarflokkin og arbeiðararørsluna.
? Tað var sera stuttligt at fáa møguleikan at kunna liva av tónleikinum, og hóast tað var strævið og vit spældu nógv, so var tað ein dreymur, ið gekk út, sigur Stanley Samuelsen.
Á ferð við Anker
Fyrst í áttatiárunum vóru boð eftir Den udødelige duo. Fólkatingsval var útskrivað at vera 8. desember 1981, og veljararnir skuldu rekast í rætt. Kring alt Danmark skipaðu flokkarnir hvør í sínum lagi fyri stórum valfundum, har veljarin fekk møguleika at heilsa uppá fremsu politikarar floksins.
Teir báðir tónleikararnir, Nis P. Jørgensen og Stanley Samuelsen, vóru bidnir um at spæla til allar valfundirnar hjá Javnaðarflokkinum, og í tvær vikur ferðaust teir bý úr býi saman við fremsu profilum floksins, teirra millum Anker Jørgensen, forsætisráðharra.
? Vanliga spældu vit í fýra ymiskum býum hvønn einasta dag. Alla staðni hittu vit fólk, ið vóru full av vónum og sum brendu fyri flokkinum og tí, ið hann stóð fyri. Tað var ein ótrúligur stemningur, minnist Stanley og heldur fram:
? Anker Jørgensen, ið tá var floksformaður og forsætisráðharraevni, hevði tann vana, at hann ongantíð helt seg til tíðarætlanina. Ofta vóru einans 10 minuttir settir av til røðu hansara, tí vit skuldu jú náa nógvar býir tann dagin. Men hann vildi siga tað, sum hann hevði ætlað sær, og tók sær tíð til tað. Tað kundi lættliga taka 25 minuttir, og so reyk tann tíðarætlanin. Men alla staðni var ein fantastisk virðing um persónin Anker Jørgensen.
Ikki vóru stundir hjá tónleikarunum at putlast við at seta útgerðina upp, so tí høvdu teir altíð tvey sett av ljóðførum og -útgerð við sær. Meðan teir spældu í einum býi fóru hjálparfólk víðari til næsta bý á skránni og gjørdu gjørdu tónleikaútgerðina klára.
Anker Jørgensen varðveitti valdið eftir fólkatingsvalið, men flokkurin var viknaður nógv, og í september árið eftir legði hann frá sær og lat tað upp í hendurnar á teimum borgarligu at stjórna Danmark. Men so mikið væl hevði gingist hjá Den udødelige duo, at teir undan hvørjum fólkatingsvali síðani hava verið partur av valstríði Javnaðarfloksins og hava ferðast kring landið saman við fremstu politikarum floksins - frá Anker til Auken til Nyrup. Seinasta framførsla hjá Stanley og Nis í hesum høpi var sjálvt valkvøldið 20. november fyri góðum tveimum árum síðan, tá Nyrup við tárum í eygunum royndi at syngja ósigurin burtur.
? Hóast eitt valstríð er hart arbeiði, eisini fyri okkum tónleikarar, so er tað ótrúliga stuttligt at vera partur av. Vit hava kent okkum sum ein part av stóra "maskinarínum", ið eitt valstríð er, og vit hava verið spentir til hvørt tað einasta fólkatingsval.
Stanley greiðir frá, at í onkrum valstríði hava teir havt ein trailara, ið kundi gerast um til ein tónleikapall, og við honum hava teir spælt á nógvum almennum støðum, meðan hjálparfólk floksins hava bjóðað kaffi og býtt út valskráir. Og harumframt hevur verið vanligt at spæla á tokstøðum kring landið tíðliga á morgni, tá fólk hava verið á veg til arbeiðis.
? Felags fyri øll valstríðini er, at tá tað gongst væl, so er ein ótrúligur hýrur á øllum, men tá gongst minni væl, so merkist tað allastaðni. Soleiðis var hitt valkvøldið, tá Nyrup tapti. Vónbrotið var stórt, og fyri okkara viðkomandi merkti tað millum annað, at vit ikki vóru bidnir um at spæla so nógvar sangir tað kvøldið, greiðir Stanley frá.
Millum valstríðini hava teir báðir í mong ár spælt til onnur tiltøk hjá danska Javnaðarflokkinum, til tiltøk hjá fakfelagsrørsluni, umframt at teir hava spælt á háskúlum ymsastaðni í Danmark. Fyri hetta fingu teir í 1992 LO?s kulturpris.
Tónasmiður
Sum yrkistónleikari hevur Stanley Samuelsen roynt seg innan fleiri tónleikastílar, millum annað country og fólkatónleik, og hevur spælt saman við eini ørgrynnu av tónleikarum.
Hann hevur verið við á umleið tíggju plátum og fløgum, millum annað hjá Ib Grønbæk, Troels Trier umframt tvær við Den udødelige duo. Eisini hevur hann verið við í tónleikasendingum í donskum sjónvarpi og hevur arbeitt sum studiotónleikari. Fyri góðum trimum árum síðan kom hann við í bólkin Bell Pepper Boys hjá dananum Peter Abrahamsen. Umframt at vera tónleikari er Peter Abrahamsen sjálvlærdur kokkur við cajun-mati sum sergrein, og bólkurin hevur gjørt tað til sítt eyðkenni at ferðast til tiltøk kring landið, har kokkurin fyrst ger cajun-mat, og síðan spælir bólkurin til dans aftaná.
Seinast í nítiárunum gav Stanley Samuelsen út fløguna Um eg kundi kvøðið.
? Tá eg flutti niður hevði eg Føroya Fólks við mær. Eg plagdi at sita við gittaranum og spæla tær kendu yrkingarnar og vísurnar úr sangbókini, men seinni fór eg at gera løg til nakrar av minni kendu yrkingunum í Føroya Fólks. Tað endaði so við eini fløgu, greiðir Stanley lítillátin frá.
Stanley Samuelsen dylir ikki fyri, at tað hevur hansara stóra áhuga at smíða løg. Spurdur, hvørt hann hevur í umbúna at geva eina nýggja fløgu út, sigur Stanley, at hann hevur nógv løg liggjandi, ið hann hevur gjørt til føroyskar yrkingar. Hóast hetta dregur hann á.
? Tað kann kanska tykjast eitt sindur lætt bara at gera tað sama eina ferð afturat. Men eg veit ikki, kanska tað verður einaferð.
Í løtuni fæst Stanley við at týða norskar og svenskar vísur til danskt, og ætlanin er at geva tær út á fløgu. Eisini spælir hann sær við tankanum um at fáa vísurnar týddar til føroyskt og síðan geva tær út her heima.
Aftur til røturnar
Seinnu árini hevur tónleikaliga leiðin hjá Stanley Samuelsen millum annað ført hann aftur til bólkin, har alt byrjaði fyri nærum 40 árum síðani.
? Mær hevur dámað sera væl at komið heim til Føroya at spæla gomlu "slagararnar" aftur saman við hinum í Silly Boys, sigur Stanley.
Næstu ferð bólkurin trínur á pallin verður til tiltakið Aftur í 60?ini, sum verður í apríl mánað.
Eisini á arbeiðsmarknaðarliga økinum hevur Stanley á ein hátt leitað aftur, har tað byrjaði. Nú arbeiðir hann sum umsjónarmaður á einum sambýli fyri evnaveik í Birkerød. Sambýlið hevur sínar røtur í Ebberødgård, har hann fekk arbeiði sum pleygari fyri yvir 30 árum síðani. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og tískil er minni tíð til tónleikin.
? Eftir at hava livað av tónleikinum í so mong ár var tað eitt sindur ringt at fara aftur í eitt "vanligt" fulltíðarstarv við tímaløn. Men samtíðis gevur tað eitt ávíst støðufesti, og harumframt kemur lønin inn á konto hvønn mánað. Tað ger so aftur, at eg kann loyva mær at spæla til tey tiltøk, ið eg havi hug til, og velja tey frá, ið eg ikki tími, greiðir Stanley frá.
Stanley er farin burtur úr Bell Pepper Boys, men framvegis spælir hann regluliga saman við Peter Abrahamsen. Fyri tað mesta er talan um vísutónleik, ið teir báðir framføra ymsastaðni í Danmark. Eisini spælir hann regluliga vísutónleik ymsastaðni í Norðurlondum og í Baltisku londunum.
At hjartað í fuglfirðinginum framvegis brennir fyri tónleikinum er lítið at ivast í. Eitt dømi um hetta er at Stanley í starvi sínum hevur tryggjað sær møguleikan at arbeiða flekstíð, so hann ikki er bundin, um boð eru eftir røddini og gittaranum til eitthvørt áhugavert tónleikatiltak gerandiskvøld.
Stanley Samuelsen hevur flestu árini í Danmark búð í Birkerød, har hann framvegis býr saman við konuni, ið hann hevur verið giftur við í 18 ár. Saman eiga tey ein son og eina dóttir.