Yvir 100 klagur higartil í ár

Men enn hava ongi børn og ungfólk, klagað, hóast tey hava havt møguleikan í næstan eitt ár

Hóast børn og ungfólk nú í næstan eitt ár, hava kunna klaga um viðferðina, tey fáa frá almennum myndugleikum, hevur enn ongin brúkt hendan møguleikan.

 

Tað sigur Sólja í Ólavstovu, barnaumboðsmaður.

 

Sólja í Ólavstovu er løgtingsins umboðsmaður og viðger klagur, sum fólk senda henni, tá ið tey halda seg hava fingið órættvísa viðferð frá einum almennum myndugleika.

 

Men tann fyrsta januar í 2015 varð lógin broytt, soleiðis, at eisini børn og ungfólk, sum halda seg hava fingið órættvísa viðferð frá einum almennum myndugleika, kunnu klaga.

 

Men Sólja í Ólavstovu sigur, at hetta áriið hevur eisini hevur verið barnaumboðsmaður, hevur hon ikki fingið eina einastu klagu.

 

Hon ivast ikki í, at ein orsøk er, at børn og ung eru ikki nóg væl vitandi um hendan møguleikan, tey hava.

 

Tá ið fólk ikki vita, hvørji rættindi, tey hava, eru hesi rættindi í roynd og veru ikki so nógv verd, sigur hon. Og sum ein liður í einum upplýsandi arbeiði, er Sólja í Ólavstovu á fólkafundi í dag at greiða frá, hvørjar møguleikar, fólk hava.

 

Hon sigur, at børn og ung kunnu klaga sjálvi, men tey kunnu eisini fáa ein lærara, ella onkran annan vaksnan, at klaga fyri tey.

 

Barnaumboðsmaðurin sigur, at børn hava rætt at sleppa at siga sína meining, tá ið avgerðir, sum viðvíkja teimum, verða tikin.

 

Men hon ivast í, um almennir myndugleikar altíð hugsa um tað. Hon sigur, at eitt nú hava børn og ung rætt til at sleppa at siga sína meining, tá ið tey verða tikin úr heiminum, ella verða send til fosturs.

 

Tey kunnu eisini klaga, halda tey seg fáa órættvísa viðferð í skúlanum.

 

- Yvirhøvur kunnu børn og ung klaga um allar myndugleikar – men ikki um løgregluna, tí hon hoyrir undir danskar myndugleikar.

 

Annars hevur Løgtingsins umboðsmaður fingið yvir 100 klagur higartil í ár, og tað er væl meiri enn undanfarin ár.

 

- Sum heild er talið á klagum vaksið eini 20 prosent hvørt ár, sigur Sólja í Ólavstovu.

Hon sigur, at eftir fólkatalinum fær hon fleiri klagur enn umboðsmenninir í hinum norðurlondunum fáa.

 

Hon dugir ikki at siga, hví hon fær so nógvar klagur. Tað kann vera tí at fólk eru tilvitað um síni rættindi. Men tað kann eisini vera tí at fyristingarnar eru ov vánaligar. Eitt nú eru nógvar klagur um almenna fyrisitingar, sum ikki svara fólki.