Yvir 1000 hk og 30 milliónir krónur

VW-konsernin er í ferð við at leggja síðstu hond á ein av heimsins skjótastu bilum, Bugatti Veyron EB 16.4 við meira enn 1.000 hestakreftum. Toppferðin er yvir 400 km/t, og bilurin koyrir frá 0-100 km/t upp á 2.9 sekund

Bugatti Veyron EB 16.4 er ikki nøkur nýggjheit. Arbeitt hevur verið við hesum bili í umleið fimm ár, og hann hevur verið sýndur fram á fleiri altjóða bilaframsýningum.
Nú er verkætlanin komin so langt, at fyrstu bilarnir kunnu latast av verksmiðjuni í Alsace í Fraklandi seinni í ár.
Bugatti er eitt gamalt bilmerki, ið er kent frá ymiskum kappkoyringum fyrra partin av síðstu øld.
VW-konsernin eigur Bugatti í dag, og teir hava sett sær sum mál at gera ein av heimsins skjótastu bilum við yvir 1.000 hestkreftum. Bugatti Veyron EB 16.4 er eitt eindømi í søguni. Motorurin hevur 16 sylindarar og koyrir frá 0-100 km/t upp á 2,9 sek. og frá 0-300 km/t upp á minni enn 14 sek. Talan er um ein 8,0 litur W16 motor, t.v.s. tveir samanbygdir V8 motorar. Ventilarnir eru 64 í tali, og ikki minni enn fýra turboløðarar eru til taks.
Tað er ikki bara at koma upp í ferð, bilurin skal eisini kunna steðga aftur. Hetta setur stór krøv til bremsurnar. Bremsuskipanin er tann mest framkomna innan altjóða motorsportin. Ventileraðu karbon-bremsuskivurnar hava 8 stempul hvør, og tær kølast sera skjótt av. Samstundis hjálpir spoilarin aftan til við at bremsa bilinum. Um bilførarin skal bremsa skjótt, rættar spoilari seg upp - eins og á einum flogfari.
Pláss er einans til tvey fólk í bilinum, sum í dýrastu útgávuni kostar umleið 30 milliónir krónur.