Tað eru nógvir fyrimunir at brúka elorku at hita hús við, heldur enn við olju. Tað staðfestir Jarðfeingi í ársfrágreiðing síni.
Sum tað sæst á talvuni, hevur elprísurin verið munandi javnari seinastu árini enn prísurin á olju til upphiting, sum sjálvandi fylgir altjóða oljuprísinum. - SEV hevur sostatt megnað at halda ein javnan elprís, hóast stór sveiggj í oljuprísunum.
Jarðfeingi sigur, at so hvørt sum parturin av varandi orku í elframleiðsluni veksur, kann væntast, at elprísurin verður enn minni heftur at oljuprísinum. - Upphiting við el, heldur enn við olju, fer tí at hava javnari prísgongd og verða ein fyrimunur fyri bæði virki og húsarhald.
Seinastu 10 árini er nýtslan av hitapumpum til upphiting støðugt vaksin. Talan er í høvuðsheitum um luft til luft-, luft til vatn- og jarðhitapumpur og í dag eru einar 100 jarðhitaskipanir virknar. Men eisini verða einstakir stórir bygningar hitaðir við hitapumpum, sum taka orku úr sjónum. Jarðfeingi sigur, at einar 20.000 oljufýringar eru í landinum. Talan er um eini 17.000 húsarhald, skrivstovur, handlar og ídnaðarfyritøkur, sum brúka oljufýr.
- Eini 1.000 sethús verða hitað við fjarhita, og eisini verða eini 1.000 hús hitað við hitapumpum.
Hvørt ár brúka vit 60.000 tons av olju at hita hús við. - Verður rætt atborið, eru eyðsýndir fyrimunir fyri samfelagið at hita upp við streymi heldur enn olju, bæði umhvørvisliga og búskaparliga. Fyrimunirnir kunnu vera, minni oljuinnflutningur, støðugari elprísir, minni CO₂-útlát, positiv árin á gjaldsjavnan, økt inntøka hjá húsarhaldunum, sigur Jarðfeingi.
Jarðfeingi leggur afturat, at leggja vit um til varandi orku í framleiðslu og nýtslu, kunnu vit spara 400 milliónir krónur um árið í innflutningi av olju. Virðið av hesi sparing í 25 ár, er umleið 5 milliardir krónur, sum í dag kunnu brúkast til skilagóðar íløgur í varandi orku.
|