Størsti parturin av partaeigarum í alirisanum Bakkafrost, ið hevur heimstað á Glyvrum, eru føroyingar. Tað skrivar Vinnan, vinnublaðið hjá Miðlahúsinum, ið kom út til handlarnar mánadagin.
Um hugt verður eftir hvør eigur í partafelagnum, so sæst at 4.300 skrásettir partaeigarar eru úr 22 ymiskum londum.
- Eyðkenni fyri partaeigarar í Bakkafrost er, at talan í størsta mun er um pensjónsstovnar og grunnar av ymsum slag, skrivar Vinnan.
Um hugt verður eftir hvar partaeigararnir komu frá, sæst at flestu eru úr Føroyum, nevniliga 26 prosent. Síðani er Bretland við 22 prosentum, Noreg við 19 prosentum og USA við 13 prosentum.