Tað er rættiliga stórur áhugi fyri at sleppa inn á nýggja ellis- og røktarheimið, Hamragaðrur, í Vági, at búgva.
Tað sigur Jastrid Nielsen, leiðari á heiminum, nú stórt hátíðarhald var í Vági leygarmorgunin í sambandi við, at húsið er liðugt og lyklarnir lætnir Nærverkinum.
Har var stúgvandi fult av fólki komið saman at skoða tað snotiliga heimið.
Og tað er nettupp tað, hetta skal verða: Eitt heim hjá teimum eldru og eitt tað fyrsta, tey hava avgjørt, er, at tey, sum búgva Hamragarði, eru ikki búfólk, sum so nógva aðrastaðni, men húsfólk.
50 umsóknir
Jastrid Nielsen sigur, at nú heimið læt upp, vóru 50 umsóknir frá fólki, sum vildu sleppa á heimið at búgva.
Talan er í mesta mun um fólk úr teimum fýra kommununum í syðru helvt í Suðuroy, Sumbiar-, Vágs- Porkeris- og Hovs Kommunu, sum hava bygt heimið.
Onkur er á ellis- og røktarheiminum á Tvøroyri og vilja sleppa suður at búgva og onkur er eisini uttanlands, men vil sleppa heim aftur.
Fólk úr kommununum, sum hava bygt heimið, hava framíhjárætt at sleppa inn at búgva.
Av teimum 50 umsóknunum, verða 18 fólk tikin inn á heimið at búgva í fyrstu syftu og eitt fólk verður tikin inn til umlætting og so verður heimið fylt so við og við. Leiðarin ætlar, at fyrsta fólkið verður tikið inn 16. ella 17. juni og 1. juli skuldu øll 18 fólkini verið tikin inn.
Tilsamans er pláss fyri 24 fólkum á heiminum.
Harafturar eru 10 íbúðir til sinnisveik bygdar beint við heimið.
Men í sama viðfangi er ætlanin at niðurleggja tveymanskømrini á Tvøroyri og so verður heimið í Vági fylt so hvørt.
Men tað verður ikki fyrrenn næsta ár, at tað verður heilt fult.
Gravgangur
Starvsfólkini eri 27 í tali og tað var eisini gravgangur eftir størvunum, tí tað vóru heilar 130 umsóknir til størvini.
Leiðarin heldur, at umstøðurnar á Hamragarði eru sera góðar og at, hvat handverki viðvíkur, er talan um valaverk.
Umstøðurnar til endurvenjingar eru eisini sera góðar.
Heimið verður rikið eftir Eden hugtakinum, sum í stuttum merkir, at tað skal verða eitt heim og ikki ein stovnur.
Eden hugtakið ger upp við tær tríggjar umsorgannarplágurnar: Einsemi, keðsemi og hjálparloysi.
- Denturin skal ikki leggjast á ellisbrek og avmarkingar, men á lívsgleði og lívsinnihald.
Opið hús
Mary í Garði, leiðari í Nærverkinum segði, at teirra hugsan er, at Hamragarður skal verða so opin, sum gjørligt, so at tað verður natúrligt hjá bygdarfólki, og øðrum at støkka inn á gólvið og at tað unga ættarliðið og børnini føla seg heima, tí tað hevur týdning at byggja brýr ímillum ættarliðini.
Tey vilja eisini, at húsfólkið í Hamragarði skulu eisini varðveita sín sjálvsavgerðarrætt í øllum lutum, so at tey fáa møguleikan at seta sín egna dám á teirra lív og teirra heim.
Á www.portal.fo er ein myndafrásøgn við fleiri myndum frá hátíðarhaldinum.