Áðrenn hósdagin klokkan 18 skulu finnast 1 ti 1,2 milliardir fyri at bjarga bara tí føroyska partinum av Eik. Kravið til danska partin er eisini 1,2 milliardir. Tað eru ikki hisini krøv, íð nú verða sett Eik Banka. Fyri hósdagin klokkan 18 skal bankin lúka treytirnar um kapitalkrøv. Bara Eik í Danmark hevur fingið álagt at útvega 1,2 milliardir krónur fyri at lúka solvenskravið upp á 35,4 prosent, sum Fíggjareftirlitið hevur ásett.
Kravið til føroyska partin av Eik er 1 til 1,2 milliardir krónur. Tað merkir, at fyri at bjarga Eik í Føroyum er neyðugt at finna 600 til 800 milliónir aftur at teimum, sum TF holdin hevur sagt seg sinnað at veita.