Yvirfriðingarnevnd ella yviroyðingarnevnd

Ta síðstu tíðina, hevur verið nógv frammi um ánna í Funningi. Henda á eitur Stórá, men hon verður neyvan serliga stór í framtíðini. Hetta, tí SEV ætlar at taka hana til nýtslu í Eiði 3 verkætlanina.

Eitt, sum serliga hevur vakt mín ans í hesum sambandi, er at yvirfriðingarnevndin hevur góðtikið at henda á verður turrløgd. Hetta fær meg at hugsa um eitt annað mál, sum var frammi fyri stuttari tíð síðani. Ein arkitektur ætlaði at seta nakrar smáttur upp ímillum Kvívík og Vestmanna. Hesar smáttur vóru í serligum sniði og vóru ætlaðar ferðafólki. Áðrenn høvdu nakrir skúrar staðið har í áravís. Friðingarnevndin fyri Streymoynna góðtók hesa verkætlan, MEN yvirfriðingarnevndin vrakaði hana. Grundgevingin var at smátturnar vóru óføroyskar!

Eitt annað mál kemur mær eisini til hugs. Tað var eitt smoltbrúk í Suðuroynni, sum hevði fingið onkra laksasjúku. Teir hildu tað vera neyðugt at sterilisera alt økið kring smoltstøðina. Nógvar áir høvdu samband við økið og tær máttu eisini oyðast. Hetta hevði við sær, at alt fugla- og fiskalív varð oytt í økinum. Nógv mótmæltu hesi viðgerð. Sagt varð, at alt økið fór at verða steindeytt langt inn í framtíðina. Eg veit ikki, um friðingarnevndin fyri Suðuroynna góðtók hetta, men yvirfriðingarnevndin gjørdi tað so! Grundgevingin var, at økið fór at koma seg eftir stuttarið tíð. Alt er steindeytt enn?

Spurningurin er so: Hvat er føroyskt í eygum yvirfriðingarnevndarinnar?

Er tað føroyskt at turrleggja eina á?

Er tað føroyskt at eitra áir, vøtn og haga?

Annars haldi eg, at SEV lættliga kundi latið vera við at brúkt Stórá og í staðin brúkt vindmyllur til at nøkta tann orkutørvin, sum missurin av Stórá møguliga gav.

Eg má eisini spyrja hvat vit hava tær smærru friðingarnevndirnar til, tá Yvirfriðingarnevndin bara kveistrar ynski til viks.

Er endamálið hjá yvirfriðingarnevndini bara at makka rætt, tá teir stóru siga tað og at traðka á tey smáu?

Hvør situr í hesi nevnd?

Fáa teir pengar fyri sítt »arbeiði«?


Náttúruvinarligur


P. S. Gevist ikki at mótmæla!!!