Yvirgangshóttanir og forsetaval seta dám á New York

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir umboðar Løgtingið á ST aðalfundi í hesum døgum

Seinastu vikuna hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, umboðað Løgtingið á ST aðalfundinum í New York.

 

Føroya hava á hvørjum ári tvey tingfólk upp á skift í donsku sendinevndini á ST aðalfundinum. Fyrra skeiðið var Heðin Mortensen føroyska umboðið á fundinum.

 

– Eg eri saman við donskum fólkatingslimum umframt fólki frá øðrum donskum felagsskapum, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

 

Hon greiðir frá, at dagarnir í USA hava verið sera áhugaverdir og gevandi. Upplivingarnar hava verið nógvar. Vit eru upptikin allan dagin ogfáa nógv inntrykk.

 

Vit hava biðið hana greitt frá túrinum:

 

»Í Washington vitjaðu vit m.a. donsku ambassaduna og Heimsbankan. Á skránni var fátækradømi, ójavni og kvinnurættindi. Eisini bleiv amerikanska forsetavalið nógv umrøtt.

 

Vit vitjaðu eisini Pentagon og United States Capitol, har vit fingu eina rundvísing.

 

Pentagon er ein av heimsins størstu bygningum og fimmkantaður. Bygningurin er 23,5 metur høgur og 431 metur breiður. Har eru 26.000 fólk í føstum starvi umframt onnur starvsfólk.

 

Har var eitt minningarrúm í samband við 9.11, har ein samkenslubók lá. Har var møguligt at skriva eina seinastu heilsan í. Vit fingu at vita, at tá bókin var full, bleiv avrit sent til øll tey avvarðandi hjá teimum, sum lótu lív í samband við Yvirgangsatsóknina 11. september 2001. Eg skrivaði mítt navn í bókina.

 

Vit stóðu á svalanum í Capitol Hill, og tað kendist stórt at standa har og hyggja niður á pallin, har forsetarnir í USA verða tiknir í eið.

 

Á ST-aðalfundinum var tað serliga eitt tema, sum fylti nógv. Tað vóru tey nýggju verðinsmálini, sum eru deild upp í 17 mál og heili 169 deilmál. Hesi handla um at loysa so nógvar av heimsins størstu trupulleikum, sum gjørligt áðrenn 2030. Trupuleikarnir við ekstremum fátækradømi og hungursneyð skulu loysast, og berjast skal ímóti veðurlagsbroytingum.

 

Øll londini í ST hava bundið seg til hesi málini, og tí blíva hesi málini til nakað serstakt. Hetta verður sagt at vera tann mest ambitiøsa ætlanin fyri klótuna nakrantíð. Tað má sigast at vera gott.

 

Eg kann nevna bara ein av trupulleikunum, sum skal loysast við verðinsmálunum. Tað er barnahjúnarband. Yvir 700 milliónir av núlivandi kvinnum blivu giftar sum børn. Meir enn ein triðingur av hesum vóru ikki eingang fyltar 15 ár. Kvinnur sum blíva giftar sum børn og tannáringar megna ofta ikki at gjøgnumføra eina útbúgving. Eisini eru tær í størri vanda fyri at blíva útsettar fyri harðskapi og truplum graviditeti og truplum føðslum. Hetta tosaðu vit um við UNICEF og var tað sera spennandi.

 

Amerikanska valið

Amerikanska forsetavalið setir sjálvandi sín serstaka dám á túrin. Frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi eru sendingar, sum snúgva seg um valið. Veljarakanningar júst nú benda á, at Donald Trump hevur viðvind í løtuni. Tað gerst tættari og tættari ímillum valevnini.

 

Havi varhugan av, at fólk velja frá og ikki til. Tey velja tað forsetavalevnið, sum er minni ringt.

 

Ongar valplakatir eru at síggja í New York, men nógv er í sjónvarpinum um valið. Nógvastaði í býnum kunnu keypast troyggjur, húgvur, brosjur o.a. við valevnunum á. Síggi tó ongan ganga við slíkum reklamum uppi á sær.

 

Eg sá Donald Trump í Washington, har hann kom út av Trump International Hotel, sum hann hevur yvirtikið frá statinum. Hann kom saman við sínum fólkum. Lagið tyktist at vera gott, og hann veittraði vælnøgdur til tey sum vóru møtt har.

 

Hann rætti “tummel up” tá hann koyrdi framvið. Hetta sá eg, hóast rútarnir í bilinum vóru nakað myrkir, av tí, at eg stóð so mikið nær bilinum.

 

Kona Donald Trump, Melania Trump, sum hann hevur verið giftur við síðani 2005, var eisini í fylginum.

 

Hetta upplivdu vit, tá vit vóru á veg oman í býin í Washington. Vit finguat vita, at Donald Trump var í býnum og var niðri í Gamla posthúsinum, sum í dag eitur Trump International Hotel. Hann skuldi halda røðu har.

 

Hesin maðurin, sum segði okkum frá, at Trump var í býnum, sat á einum lítlum torgi. Hann hevði stillað nøkur skeltir við síðuna av sær. Á tí eina skeltinum stóð skrivað “May God Save us from Trump”. Men hann var blíður og týður og vísti okkum veg.

 

Komin oman á staðið, var mótmælisgonga framman fyri hotellið. Tey mótmæltu, at Trump hevði fingið ræðisrættin til hotellið. Tey sungu og róptu herróp, har tey m.a heittu á fólk um at boykotta hotellið. Men mitt ímillum hesi herróp var tað ein í mótmælisgonguni, sum gekk við einum skelti, har tað stóð “happy birthday Hillary”

 

Sjálv hevði eg fingið eina ábending um, at Trump vildi fara av hotellinum ígjøgnum bakdyrnar. Mótmælisfólkini hava allarhelst eisini fingið frænir av hesum og komu eisini tann vegin.

 

Kann sigast, at har var sera nógv politi og trygdarfólk á staðnum. Mótmælisfólkini høvdu sera stóra virðing fyri hesum. Tá politiið bað tey flyta seg, gjørdu tey tað beinanvegin uttan at mótmæla. Og tá politiið skuldi siga okkurt, so tagnaðu tey beinanvegin og lurtaðu. Og so aftur at rópa og syngja.

 

Men harafturímóti segði politiið, tá tey høvdu flutt seg, at tey høvdu rætt til at mótmæla, og at tey kundu koma at standa fremst fyri.

 

Mótmælisfólkini mistu tó tolið, tí tað var so leingi at bíða til Trump kom av hotellinum. Tey fóru avstað, áðrenn Trump kom út. Tá tey fóru avstað, róptu tey, vit koma aftur mánadag, vit koma aftur týsdag.

 

Tað gekk so ein góð løta, so kom Donald Trump av hotellinum, veittraði, setti seg í ein bil, og koyrdi avstað við stórum bilafylgi.

 

Times Square

Í Times Square fyrrakvøldið var sera nógv fólk samankomið. Har vóru eisini kendu filmstjørnurnar Alec Baldwin og Kate McKinnon. Tey høvdu klætt seg út sum Donald Trump og Hillary Clinton. Hetta var í show'inum Saturday night live. Nakað seinni komu onnur, sum eisini høvduklætt seg út sum forsetavalevnini við sama hársniði og make-up.

 

Hetta upptók í hvørtfall nógv fólk, sum fylgdu við filmstjørnunum. Eftir framførsluna fóru tey avstað í stórum flottum bilum við myrkum rútum. Fleiri trygdarfólk vóru um tey.

 

Yvirgangshóttanir hava verið, síðani vit komu til New York. Alvápnað politi í skottryggum vestum við maskinpistóli og í hjálmi eru at síggja í gøtunum. Hóttanir um yvirgangsatsókn á sjálvum valdegnum 8. november eru komnar frá Al-qaeda, og tí er ordansmaktin serliga á varðhaldi nú um vikuskiftið og til týsdagin, tá forsetavalið er.

 

Politiið í New York upplýsir, at hóttanin ikki er serliga ítøkilig og anti-yvirgangs serfrøðingar meta framhaldandium hóttanina. Havnarmyndugleikarnir í New York og New Jersey, sum standa fyri rakstrinum av flogvøllum, tunlum og brúm eru eisini kunnaðir um møguligu hóttanina. Øll tilbúgving er á høgum støði.

 

Vit eru sum vera man sera spent upp á alt sum sker og tað sum liggur fyri framman komandi dagarnar. Vit vilja heilsa øllum og gleða okkum eisini at koma heimaftur.«

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingslimur.