Yvirlýsing frá 7-mannabólkinum

7 mannabólkurin, sum umboðar umleið 32 fakfeløg, heitir á Fíggjarmálastýrið, um at taka samráðingarnar uppaftur við Føroya Lærarafelag.

Landsins myndugleikar hava ábyrgd av, at øll børn ganga í skúla. Sum støðan er í dag, ganga fleiri børn og mala fyri vág og vind, uttan eftirlit av vaksnum fólki, og tað kann fáa álvarsligar fylgir.

Signar á Brúnni, landsstýrismaður, sigur í fjølmiðlunum, at hann tekur undir við krøvunum hjá Føroya Lærarafelag, so tað er at undrast á at Fíggjarmálastýrið ikki eisini ger tað. Tað er sum høgra hond ikki veit hvat vinstra ger.

Løgtingið hevur viðtikið eina nýggja fólkaskúlalog, sum áleggur limunum hjá Føroya Lærarafelag at fylgja. Lógin viðførir m.a. at lærarnir fáa álagdar fleiri uppgávur, enn teir hava í dag. Tað sær út sum, at Føroya løgting hevur viðtikið eina lóg, uttan at vita hvat hon inniber fyri limirnar hjá Føroya Lærarafelag. Ella er ætlanin hjá Føroya løgtingi framyvir við lóg at áleggja fleiri arbeiðsuppgávir til starvsfólk, uttan at hugt verður eftir arbeiðsbyrðuni sum er?

Tað er ábyrgdarleyst av Føroya løgtingi, at hava viðtikið eina lóg, fyri síðani at leggja lógina fyri sáttmálapartarnar at trætast um, og sum nú er endaði í arbeiðssteðgi.

Í samband við arbeiðssteðgin, veitir 7-mannabólkurin Føroya Lærarafelag sín fulla stuðul.


Tórshavn, 15. mars 2000

Sjúkrasystrafelag Føroya

Havnar Arbeiðskvinnufelag

Starvsmannafelagið

Havnar Arbeiðsmannafelag

Havnar Handverkarafelag

Føroya Arbeiðarafelag