Yvirlýsing um miðnámsdepil við Marknagilsvegin

Lærararáðið á Tekniska Skúla í Tórshavn heitir við hesum á avvarandi myndugleikar at halda fast við skilagóðu ætlanina um miðnámsdepil við felags skúlaumhvørvi fyri studentaskúla, handilsskúla og tekniskan skúla.

 

Fyri lærararáðið við Tekniska Skúlan í Tórshavn

Jeffri Olsen

formaður





Lærararáðið á Tekniska Skúla í Tórshavn heitir við hesum á avvarandi myndugleikar at halda fast við skilagóðu ætlanina um miðnámsdepil við felags skúlaumhvørvi fyri studentaskúla, handilsskúla og tekniskan skúla.

Tað er greitt, at verandi skúlabygningar mega haldast í nýtiligum standi til skúlaendamál, so leingi teir skulu nýtast sum skúlar. Men heldur enn at brúka nógvan pening til útbygging av verandi skúlum, mæla vit til av álvara at fyrireika byggingina við Marknagilsvegin.

Hóðast vit taka undir við Storm P. gamla, at ?ilt er at spáa, serliga um framtíðina?, er tað kortini eyðsað, at føroyska samfelagið verður betur fyri at møta framtíðarinnar ókendu krøvum til útbúgving á miðnámsskúlaøkinum við einum fjølbroyttum miðnámsdepli, enn við handilsskúla, tekniskum skúla og studentaskúla hvør sær.

Vit loyva okkum at vísa á, at leiðslurnar á teimum trimum skúlunum eru samdar um og taka fult og heilt undir við hugsanini um miðnámsdepil.