Javnaðarflokkurin harmast um, at skotini ístaðin raka óseku skúlanæmingarnar og foreldur teirra. Og tey eru mein. Vandi er fyri, at teir næmingar, sum standa á gáttini til hægri skúla, fara at hava tað trupult við at sleppa inn í hesar skúlar. Javnaðarflokkurin ber eisini ótta fyri teimum mongu børnunum, sum eingin er um, og at skaði kann standast av hesum.
Tí er avgjørt neyðugt, at semja fæst í málinum sum skjótast.
Við nýggju fólkaskúlalógini hava vit latið dyrnar upp til vitanarsamfelagið. Hugburðurin er at geva okkara børnum og ungu ein førning, sum lærir tey at læra. Tað, tú dugir í dag er umráðandi. Men uppaftur meira umráðandi er, hvat tú fert ella kanst læra í morgin.
Á henda hátt at seta næmingin í miðdepilin, gevur nógv.......og krevur nógv!!
Hesum borgar nýggja fólkaskúlalógin fyri, tá umstøður verða givnar at fremja hana í verki.
Eisini eiga vit at minnast til, at fólkaskúlin er veitari til allar aðrar útbúgvingar umframt arbeiðsmarknaðin. Hann hevur ábyrgdina av teimum ungu í teirra mest móttøkuføra aldri, tá støðið undir allari samfelagsligari menning verður lagt.
Javnaðarflokkurin virðir verkfalsrættin hjá sáttmálasettu lærarunum.
Somuleiðis at sáttmálasettu lærararnir brúka hesi rættindi at stuðla fakfelag og starvsfeløgum sínum at fremja lógarásettu uppgávurnar í fólkaskúlanum til frama fyri næmingin og skúlaverkið.
Flokkurin tekur ikki undir við teimum, sum mæla til at steðga á og enntá ganga afturá. Heldur vil flokkurin heita á Fíggjarmálastýrið, Undirvísingar og Mentamálastýrið og Lærarafelagið at finna rætta stevið og koma til semju um kostnaðin av nýggju lógini.
Javnaðarflokkurin vónar, at tað fer at bera pørtunum til at samráða seg fram til eina semju um ikki bara lønina, men eisini um menningina av fólkaskúlanum.
Nú er í tøkum tíma.
Føroya Javnaðarflokkur