Yvirlit: Atsóknir við bilum í Evropa og USA

Í Evropa hava verið fleiri álop, at fólk eru dripin við bilum. Í gjár hendi tað í USA. Ein vøruvognur koyrdi á fólk á súkklu og til gongu á Manhattan í New York

Í Evropa hava verið fleiri álop, at fólk eru dripin við bilum. Í gjár hendi tað í USA. Ein vøruvognur koyrdi á fólk á súkklu og til gongu á Manhattan í New York.

 

Átta fólk eru deyð, meðan 11 eru komin álvarsliga til skaða, upplýsir løgreglan í amerkanska stórbýnum. Maðurin, sum verður hildin at hava framt álopið, er handtikin.

 

Her er eitt yvirlit yvir nøkur av teimum seinastu líknandi álopunum kring Evropa:

 

17. august 2017:

13 fólk doyggja, tá ein vøruvongu koyri á fólk til gongu á La Ramla í Barcelona. Bilførarin í vøruvogninum verður dripin av løgregluni undir eini aðrari bilatsókn í býnjm Cambrils náttina eftir.

 

19. juni 2017:

Ein 48 ára gamal bretskur maður koyrir á fólk til gongu framman fyri eina mosku í Norðurlondon. Ein doyði og tíggju fólk fingu skaða. Maðurin varð handtikin á staðnum.

 

3. juni 2017:

Ein hvítur vøruvognur koyrdi við nógvari ferð á fólk til gongu á London Bridge í bretska høvuðsstaðnum, tá tríggir illgerðarmenn stigu út úr vøruvogninum og lupu á tilvildarlig fólk við knívum.

 

Sjeyð doyðu, meðan 48 vórðu skadd. Løgreglan drap allar tríggjar illgerðarmenninar.

 

7. apríl 2017:

Ein lastbilur koyrir inn í eina mannamúgvu í Drottninggatan í miðbýnum í Stokkhólmi.

 

Lastbilurin brestir síðani inn í parfurmudeildina hjá vøruhúsinum Åhléns, har heldur kemur í bilin.

 

Fýra fólk doyggja, og 15 vera særd.

 

Ein 39 ára gamal maður úr Usbekistan verður handtikin og mistonktur fyri álopið, sum løgreglan viðgerð sum eitt yvirgangsálop.

 

22. mars 2017:

Ein maður koyrir ein Hyundai 4x4 inn í gongufólk við Westminster Bridge nærindis bretska tjóðartinginum í London.

 

Hann koyrdi inn í eitt stik og royndi síðani at noyða sær atgongd til tjóðartingið, men varð skotin og dripin undir royndini.

 

Fimm doyði og um 50 fólk vórðu særd í álopinum.

 

Illgerðarmaðurin var ein 52 ára gamal maður, sum eitur Khalid Masood.

 

Islamskur Statur tók sær ábyrgdina fyri álopið.

 

19. desember í 2016:

Ein 40 tons tungur lastbilur koyrir beinleiðis inn í búðir og gestir á einum jólamarknaði í miðbýnum í Berlin. 12 fólk doyggja og út við 50 verða særd.

 

Ein tunesari, nevndur Anis Amri, koyrdi lastbilin. Amri var ólógliga í Týsklandi, eftir at hann hevði fingið noktað sína sak um friðskjól.

 

Fýra dagar eftir álopið varð Amri skotin og dripin av løgregluni í italska býnum Milano.

 

Islamskur Statur tók sær ábyrgdina.

 

14. juli 2016:

Ein maður drønar ein lastbil ígjøgnum eina mannamúgvu, sum var farin á gøtuna at hyggja eftir fýrverki á Bastille-degnum í suðurfranska býnum Nice.

 

Tilsamans 86 fólk doyggja, og yvir 300 verða særd.

 

Tað var tann 31 ára gamli tunesarin, Mohamed Lahouaiej-Bouhlel, sum koyrdi lanstbilin. Hann varð skotin og dripin av løgregluni.

 

Islamskur Statur kallaði hann ein av teimum víðgongdu í Islamskum Stati.

 

Keldur: Ritzau, Reuters og NTB.

/ritzau/