Yvirlit: Málið um Godhavnsdreingirnar

Godhavnsdreinginir hava í mong ár stríðst fyri at fáa eina almenna umbering. 13. august fáa teir hana.

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, fer tann 13. august at geva Godhavnsdreingjunum eina almenna umbering stjórnarinnar vegna.

Her er eitt yvirliti yvir málið um Godhavnsdreingirnar, sum hava stríðst fyri uppreins fyri oyðilagda barndómin á barnaheiminum Godhavn í 1960'unum.

– Dreingjaheimi Godhavn var stovnað í 1933 í Tisvildeleje sum ein sjálvsognarstovnur.

– Tað vóru vanliga ung, sum høvdu mist foreldrini ella ikki kundu passa skulan, sum vórðu koyrd á Godhavn.

– Eftir dokumentarsendingina »Dreingjaheimið« í 2005 skipaðu fleiri fyrrverandi børn á stovninum seg í bólkin »Godhanvsdrengene«.

– Í 2009 játtaði Almannaráðið pengar til eina óhefta kanning av viðurskiftunum á fleiri donskum barnaheimum, eisini Godhavn.

– Úrslitið var Godhavnsrapporten. Her varð staðfest, at dreingir vóru fyri ágangi, her undir skipaðari buking, lúsingum, kynsligum ágangi og royndum við heilivági.

– Í tíggju ár hava fleiri av teimum monnum, sum vóru dreingir á Godhavn, stríðst fyri at fáa eina umbering frá statinum.

– Í apríl í 2015 fríkendi býarrætturin í Keypmannahavn Almannamálaraðið. Býarrættuin staðfesti, at kravið um endurgjald var firnað og skuldi havt verið sett fram í seinasta lagi í 1985.

– Dómurin í býarrættinum varð í november í 2017 staðfestur í Eystara Landsrætti.

– Javnaðarflokkuin legði í 2017 fram eitt lógaruppskot, sum skuldi geva fyrrverandi barnaheimsbørnum eina umbering. Tað var ikki meiriluti í Fólkatinginum fyri uppskotinum.

– 28. mars í 2017 endurtók barna- og almannaráðfrúan Mai Mercado, at stjórnin heldur, at staturin ikki skal geva monnunum eina umbering.

– Fólkatingið samtykti í februar í 2018 eina nýggja lóg, sum tekur av firningarfreistir í øllum málum um ágang ímóti bøtnum.

– 13. maris í 2018 upplýsti advokaturin hjá fyrrverandi barnaheimsdreinginum, Poul-Erik Rasmussen, Bjørn Elmquist, at Porcesbevillingsnævnet hevði givið loyvi til, at málið kann koma í Hægstarætt,

– Poul-Erik Rasmussen slepti síðani málinum vegna vantandi fíggjarorku at føra málið víðari.

– Í apríl í 2018 atkvøddi blái vongur og DF nei til uppskotið hjá Eindarlistanum um, at Godhavnsdreingirnri skuldu fáa eina almenna umbering.

– Í røðu síni á Fólkafundinum 14. juni í 2019 segði forkvinnan í Javnaðarflokkinum, Mette Frederiksen, at hon alment fer at geva dreingjunum eina umbering, um hon gjørdist forsætisráðfrú.

Keldur: Ritzau, TV2 Lorry, DR.

 

/ritzau/