Tríggir dystir vóru á skrá í SMS-deildini um vikuskiftið, men dysturin ímillum VB og H71 var útsettur. Tí er ein stórur munur í deildini, har VB og H71 bert hava spælt tveir dystir, meðan VÍF hevur spælt fimm dystir og liggur nummar eitt.
Sunnudagin vóru tveir dystir leiktir, teir vóru hesir:
VÍF - Neistin 25-20 (12-8)
Tað merkir, at eftir hetta umfarið liggur VÍF á odda við átta stigum. VÍF hevur bert tapt ein dyst, sum var ímóti H71. H71 er einasta liðið í kappingini við fullum stigatali - tó bert eftir tveir dystir. VB er einasta liðið uttan stig - eisini bert eftir tveir dystir.
Støðan í SMS-deildini:
1 | VÍF | 5 | 147 | 110 | 37 | 8 |
2 | Kyndil | 3 | 73 | 49 | 24 | 4 |
3 | H71 | 2 | 50 | 46 | 4 | 4 |
4 | Neistin | 4 | 85 | 87 | -2 | 2 |
5 | Stjørnan | 3 | 63 | 71 | -8 | 2 |
6 | StÍF | 3 | 57 | 97 | -40 | 2 |
7 | VB | 2 | 40 | 55 | -15 | 0 |