Í sambandi við at Almanna- og Heilsumálaráðið arbeiðir við at gera eina fólkaheilsuætlan við tí endamáli at betra um lívsgóðskuna og fyribyrgja fólkasjúkum, høvdu fysioterapeutar í Føroyum fingið danan Morten Zacho, cand. scient. ítróttarfysiologur, til Føroya at hava skeið í vikuskiftinum 16. til 19. september 2005.
Skeiðið nevnist "Motion på recept", og endamálið er at fyribyrgja lívsstílssjúkum við t.d. at læknin vísir til fysioterapeutar, sum seta fólk í gongd við venjing og at broyta vanar. Við lívsstílssjúkur meinast sukursjúka typa2, høgt blótrýst, yvirvekt/fiti, hjarta/æðrasjúkur og sjúkur í vøddum og beingrind.
Fysioterapeutarnir siga, at tað er umráðandi at arbeiða fyrbyrgjandi og vera við til at forða fyri, at føroyingar fáa somu lívsstílssjúkur, sum gerast alt meira vanligar í vesturheiminum.
Vivíkjandi at motionera er boðskapurin, at vit við at røra okkum ein tíma um dagin (t.d. ein góðan og skjótan túr har pulsurin fer upp) eru vit við til at fyribyrgja, at vit fáa hesar lívsstílssjúkur, og vit fáa eitt betri og longri lív við meira yvirskoti í tí dagliga. Uppaftur betri er, um vit afturat tí tímanun dagliga, tvær ferðir um vikuna í 20 minuttir íðka eitthvørt, sum fær pulsin at hækka munandi og gera okkurt sum styrkir vøddarnir.
Tilboðið í Danmark "Motion på recept" er ein læknaávísing til fysioterapeut ella venjingarmistøð fyri tey, ið eru í einum vandabólki og sum ikki klára at íðka sjálvi. Vant verður undir vegleiðing í 4 mánaðir, og síðan skulu tey sjálvi halda áfram vi hesum.
Føroyingar, út úr bilunum!
Morten Zacho sigur annrs um Føroyar, at vit hava eitt sera vakurt land, og fólkið tykist at hvíla í sær sjálvum meira enn man sær í nógvum øðrum størri samfeløgum. Á heilsuøkinum verða gjørd ymisk tiltøk, bæði við motión og við hægri avgjøldum á ósunnum mati.
Hóast hetta heldur Morten Zacho, at tað er neyðugt at rópa varskó. Fyri tað fyrsta er tað roykingin. Han sigur seg ikki hava vitjað nakað land, har tað verður roykt so nógv sum í Føroyum. Eitt er, at tey vaksnu roykja, men nógv av teimum ungu og sjálvt børn roykja.
Hann heldur at roykjaralungur og lungnakrabbamein er avgjørt ikki ein mentunararvur, sum tað sømir seg at geva víðari til síni børn.
Føroyingar, út úr bilunum! skuldi verið eitt av slagorðunum hjá okkum føroyingum, sigur Morten Zacho, sum heldur at føroyingar koyra alt ov nógv í bili. Hóast nógv búgva nærhendis teirra arbeiðsplássi og tætt við barnaskúlarnar, sær tað út til, at næstan øll nýta bilin sum flutningstól. Hann veit væl, at veðrið ofta er vánaligt um veturin, men við góðum vetrarklæðum, er veðrið eingin umbering.
Eitt annað sum ørkymlar Morten Zacho í samband við tey ungu, er stóra nýtslan av ósunnum mati, sum t.d. burgarum, pizza, chips og sodavatni. Hetta er serliga ringt fyri tey ungu, tí nógv av teimum eisini roykja, koyra skutara ella verða koyrd í bili.
Fyrr, tá føroyingar høvdu kropsliga hart arbeiði, var tað í ordan at teir ótu feittríkan mat, men í dag, tá flestu føðivørurnar eru innfluttar og hava eina vánaliga feittsamanseting, er feittinnihaldið ein stórur trupulleiki. Hetta saman við sodavatni og at fólk eru óvirkin er tann perfekta uppskriftin upp á typu 2 diabetis.
Um føroysku myndugleikarnir, foreldur og fólkið sum heild, ikki gera nakað við hesar trupulleikar, kunnu føroyingar longu nú kalkulera við eini eksploderandi heilsufíggjarætlan, sigur Morten Zacho.
Myndatekstur:
Morten Zacho, cand. scient. og ítróttarfysiologur, ið helt skeiðið "Motion på recept" rópar varskó, tí føroyingar roykja alt ov nógv, koyra ov nógv í bili og eta ov ósunnan mat
Mynd: Marjun Poulsen
, til Føroya at hava skeið í vikuskiftinum 16. til 19. september 2005.
Skeiðið nevnist "Motion på recept", og endamálið er at fyribyrgja