Í løtuni verður ein vatnmylla – ella eitt mikro vatnorkuverk á 60 kW – sett upp í Zarepta í Vatnsoyrum, og vatnleiðing á 1260 metrar er løgd niðan í stóru Tjørndalsá. Inntakið til leiðingina, sum fer at føra vatn oman til mylluna, liggur í 150 metra hædd og fer at geva eini 15 bar.
Nú útbygging er farin fram í Zarepta, var hetta eitt gott høvi til at gera húsið grønari, og í oktober verður so vatnorkuskipanin royndarkoyrd. Ketlar, sum frammanundan eru í bygninginum, verða tó standandi og verða til at taka, um turkur ella frost skuldu ligið í longri tíð.
Nýggja og grøna hitaskipanin í Zarepta fer beinleiðis inn á núverandi hitaskipan í húsinum, og aftrat verandi instalatiónum verður ein tangi á 4000 litrar settur upp. Hesin tangi kemur at virka sum ein ketil, men verður hitaður av vatnorkuskipanini – og ikki við olju.
Tað er verksmiðjan IREM í Italia, ið er framleiðari av vatnorkuverkinum, sum nú verður sett upp í Zarepta. Fyritøkan er kend fyri sínar dygdarvørur gjøgnum meira enn fimmti ár, og verksmiðjan hevur spesialiserað seg í at framleiða og menna smáar vatnmyllur.
Tað er tann serliga tøknin hjá IREM við fleiri dysum, ið spræna vatnið inn á vatnrættliggjandi hjólið sum ger, at mest møgulig orka fæst úr vatninum. Eisini elektroniska stýringin er serstøk og gevur støðugan javnan spenning og frekvens.
Ein vatnmyllu-skipan er sera vælegnað í føroyska umhvørvinum. Hon gevur mestu orkuna vetrarhálvárið, tá mest brúk er fyri orku; hon bara gevur og gevur, brúkar einki og hevur ongar rakstrarútreiðslur.
Vatnmylluni nýtist vanliga bara ein lítlan part av ánni, og tí eru heldur eingi náttúru-og umhvørvisárin.