Zelensky er í Grikkalandi fyri at tryggja sær gass til veturin

Gassavtala um at tryggja flótandi jarðgass til Ukraina frá desember til mars, sigur keldan.

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskij, tekur í hondina á grikska forsætisráðharranum, Kyriakos Mitsotakis, áðrenn ein fund í Athen. - Mynd: Angelos Tzortzinis/Ritzau Scanpix

Forsetin í Ukraina, Valodymyr Zelenskij, er í Grikkalandi í dag fyri at gera avtalu um gassveiting.

Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Avtalan skal hjálpa til við at stuðla ukrainskum veitingum í einum vetri, tá Russland væntandi enn einaferð fer hart at skaða ukrainska undirstøðukervið.

Myndir vísa, at Zelensky tekur í hondina á grikska forsætisráðharranum, Kyriakos Mitsotakis, áðrenn fundin.

Seinast ukrainski forsetin vitjaði Grikkaland var í 2023.

Ein embætismaður sigur við tíðindastovuna Reuters, at semja er fingin í lag.

Tíðindini siga, at grikska gassfelagið Depa hevur gjørt avtalu við ukrainska Naftogaz um at veita amerikanskt LNG - t.e. flótandi jarðgass - til Ukraina frá desember 2025 til mars 2026.

Í oktober framdi Russland sítt størsta bumbuálop á ukrainsk gassverk síðani innrásin byrjaði í februar 2022.

 

Ritzau/AFP

 

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskij, tekur í hondina á grikska forsætisráðharranum, Kyriakos Mitsotakis, áðrenn ein fund í Athen. - Mynd: Angelos Tzortzinis/Ritzau Scanpix