Zelensky: Russland má ikki lønast í samráðingum

Í dag er Volodymyr Zelenskij í París, har forsetin skal hitta Emmanuel Macron um friðarsamráðingar.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur vitjað franska forsetan, Emmanuel Macron, í dag. Mynd: Pierre-Philippe Marcou/AFP/Ritzau Scanpix

Mál, sum hava við landaøki at gera, eru størsta avbjóðingin í friðarsamráðingunum millum Ukraina og Russland.

Tað segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, í dag á einum tíðindafundi í franska høvuðsstaðnum, París, har hann hitti franska forsetan, Emmanuel Macron.

Samstundis heitir Zelensky á sameindur hjá Ukraina um at tryggja, at Russland ikki fær løn fyri kríggið, sum Russland hevur byrjað. Tað veit Reuters at siga frá.

Ukrainski leiðarin segði á einum felags tíðindafundi við Macron, at hann vónar at kunna tosa við amerikanska forsetan, Donald Trump, tá serligi sendiharrin hjá Trump, Steve Witkoff, vitjar í Russlandi týsdagin.

Zelensky legði á tíðindafundinum dent á, at Ukraina raðfestir í friðarsamráðingunum at varðveita fullveldið og tryggja sterkar trygdarváttanir.

 

/Ritzau/

 

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur vitjað franska forsetan, Emmanuel Macron, í dag. Mynd: Pierre-Philippe Marcou/AFP/Ritzau Scanpix