Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, segði í einari talu sunnukvøldið, at hann heldur, at ein sigur á russiska hersetingarvaldinum nú er í nánd.
- Tað er eingin frídagur á hermótinum um vikuskiftini. Bjargingarlið og minuruddarar halda ikki vikuskiftisfrí. Læknar, sum hjálpa løstaðum og børnum - teir halda heldur ikki frí, segði forsetin.
Sambært norska Dagbladet, sum eitt nú endurgevur bretska The Independent, sigur Volodymyr Zelenskyj, at myndugleikarnir í Ukraina eisini eru til arbeiðis
- Vit føla longu nú, at sigurin nærkast. Vit standa saman, og vit eru av røttum á egnari jørð, segði forsetin sambært The Independent.
Útsøgnin hjá ukrainska forsetanum kemur, eftir at tað seinasta fríggjadag eydnaðist ukrainska herinum at taka aftur býin, Kherson, eftir at russar hava havt ræðið her seinastu átta mánaðirnar.