Í dag boðaði danska stjórnin frá enn eini veiting til ukrainska herin til verju í móti innrásini hjá Russlandi, har millum annað artillerígranatir og útgerði til dronur skulu sendast til Ukraina.
Tað fellir í góða jørð hjá forsetanum í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj.
Stutt eftir fráboðanina um hjálparpakkan takkaði hann donsku stjórnini og vísti sítt takksemi fyri veitingina.
– Lóður og dronur hava hægstu raðfesting á vígvøllinum, skrivar hann á X.
Stjórnin boðaði frá 15. veitingarpakkanum til Ukraina, sum er upp á umleið 1,7 milliardir krónur.
Í pakkanum eru millum annað 15.000 artillerígranatir, sum verða veittar í samstarvi við Kekkia, eins og radara-, samskiftis- og dronuúgerð frá donskum virkjum.
– Eg eri takksamur fyri sterku leiðsluna í Danmark og ósvikalga stuðulin til Ukraina í stríði okkara fyri felags virðum, prinsippum og frælsi, skriav Zelenskyj víðari.
Lóður er í løtuni ovast á ynskilistanum hjá Ukraina.
– Beint nú er støðan í Ukraina kritisk, og teimum tørvar serliga lóður, segði Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, tá hon greiddi frá um pakkan.
Tær 15.000 artillerígranatirnar kunu latast Ukraina »innan fáar mánaðir«, varð segt í tíðindaskrivi frá danska verjumálaráðnum.
Pakkin verður fíggjaður úr Ukrainagrunninum, sum ein breiður meiriluti í Fólkatinginum stendur saman um.
/ritzau/