Liverpool miðvallarleikarin Boudewijn Zenden spælir neyvan fótbólt aftur hetta kappingarárið, skrivar www.soccernet.com. Zenden fekk ein knæðskaða í heimadystinum ímóti Real Betis í Champions League her fyri.
Skaðin í liðbondunum í knænum tykist at vera so ringur, at hálendski leikarin mikudagin fer til USA, har kendi læknin Richard Steaman í Kolorado væntandi fer at leggja hann undir skurð.
Zenden kom úr Middlesbrough í summar, men hevur áður spælt fyri Chelsea, Barcelona og PSV Eindhoven. Zenden varð seldur til Middlesbrough, tá Chelsea keypti Arjeen Robben, ið eisini hevur yvirtikið plássið á hálendska landsliðnum frá Zenden.
Í Middlesbrough var Zenden ein sera týdningarmikil leikari, men tá hansara sáttmáli við Middlesbrough var av í summar, vóru Liverpool til reiðar við einum tilboði.
Eitt umboð fyri Liverpool sigur við heimasíðuna hjá felagnum, at tað ikki er sannlíkt, at Zenden spælir aftur hetta kappingarárið