Zidane er kongurin

Týdningurin av, at »Zizou« nú aftur er á franska landsliðnum kann neyvan undirmetast. Tað eru bæði spælarar og franski landsliðsvenjarin á einum máli um

Franska fótbóltslandsliðið fyrireikar seg til uppgávuna leygardag við Clairefontaine. Soleiðis sum støðan er í bólkinum, so er kravið nærum, at teir fýra seinastu dystirnir í bólkinum skulu vinnast. Ein trupult setningurin, tá skráin millum annað inniheldur útidystir móti bæði Sveis og Írlandi, men í miðlunum verður mest sum einmælt staðfest, at hetta fer at bera til.
Og orsøkin er einføld. Zinedine Zidane er aftur á liðnum. Eftir EM-endaspælið í Portugal vóru boðini annars, at hann ikki longur var tøkur hjá franska liðnum, men eftir laku avrikini seinastu tíðina, broytti hann tó støðu. Fyri tveimum vikum síðani var hann soleiðis á liðnum, sum vann 3-0 á Fílabeinsstrondini í einum dysti, har eisini Makalele og Thuram - tvær av gomlu stjørnunum - vóru aftur at síggja á liðnum.

Lovsongur
Á tíðindafundi undan dystinum móti Føroyum staðfesti franski venjarin, Raymond Domenech, at støðan hjá Fraklandi er rættiliga einføld.
- Vit hava ikki ráð til nakran kiksara. Tað, sum okkum tørvar, eru fýra sigrar í fýra dystum.
Domenech verður vanliga mettur sum ein rættiliga kølin persónur, men eisini hann tykist vera blotnaður nakað, nú Zidane aftur er á liðnum.
- Hann spældi kanska ikki sín besta dyst móti Fílabeinsstrondini, men hann skoraði eitt mál, og ikki minst gav hann nakað av friði yvir spælið hjá okkum, staðfestir venjarin.
Og viðspælararnir hjá Zidane eru á ongan hátt ósamdir í, hvønn týdning tað hevur fyri liðið, at kanska heimsins besti spælari nú er við aftur.
- Tað er eitthvørt, sum er broytt í hópinum, nú hann er aftur. Eg dugi ikki at greiða frá tí, men kenslan er nú, at vit fara at spæla væl og vinna í komandi dystunum, sigur Djibril Cissé, sum væntandi verður partur av franska álopinum hesaferð.
Og verjuspælarin, William Gallas, er heldur ikki ósamdur.
- Zidane er okkara maestro. Við honum á liðnum kunnu vit broyta spælistíl ígjøgnum dystin, og tað gevur okkum ein stóran fyrimun. Øll hava tørv á einum slíkum spælara á sínum liði. Tá eg fái bóltin, hyggi eg altíð fyrst eftir, hvar Zidane er staddur, og um gjørligt, so er tað eisini hann, sum eg sendi bóltin til.
- Og avrik hansara í Montpellier staðfesti, hvussu nógv vit hava saknað hann. Nógv sær heilt øðrvísi út, nú hann er á liðnum, og vit gleða okkum allir til komandi dystirnar, staðfesti Gallas.