Dagsins franskmaður í Portugal sunnukvøldið var Zinedine Zidane, sum skoraði bæði tey fronsku málini innanfyri 133 sekund. Hann var tó sum vanligt lítillátin eftir dystin, og helt, at málverjin átti stóra lutin í sigrinum.
? Barthez gjørdi munin, tí hann bjargaði brotssparkinum, og hann gav okkum møguleikan at vinna dystin, segði Zidane.
? Tað eru dystir sum hesir sum skapa rætta liðandan. Tað gekk ikki eftir vild hjá okkum, men vit kláraðu at vinna hóast tað, segði hann.