Eftir ikki at hava verið boðsendur til Arsenal-hópin í longri tíð er løntungi Mesut Özil loksins komin víðari á yrkisleiðini og hevur longu fingið sín fyrsta dyst fyri turkiska Fenerbahce.
32 ára gamli Mesut Özil tjenti ørandi 2,9 milliónir krónur um vikuna í Arsenal, og hetta er langt burturfrá teimum upphæddunum, sum nú tikka inn á kontuna frá Fenerbahce.
Turkiski tíðindamaðurin, Cagri Davran, hevur fingið upplýst tølini í tí trý og eitt hálvt ára langa sáttmálanum hjá Mesut Özil, og at hann nú tjenar umleið 390.000 krónur um vikuna.
Umframt hetta, so hevur Mesut Özil, sum sigur seg altíð hava hildið við Fenerbahce, játtað seg til at spæla uttan løn restina av hesum kappingarárinum. Hann fekk tó góðar fýra milliónir fyri at skriva undir sáttmálan.
Tann lutfalsliga bíligi sáttmálin kemur væl við hjá fíggjarligt kroysta Fenerbahce, sum eisini kann vænta sær at tjena eina rúgvu upp á at hava eina stjørnu sum Mesut Özil í hópinum.
Cagri Davran sigur, at felagið í næstum væntar at selja eina hálva millión Fenerbahce-blusur við nummar 67 og Özil á rygginum.
Mesut Özil fekk sín fyrsta dyst fyri Fenerbahce fyrradagin, tá hann varð innskiftur í 2-1-sigrinum ímóti Hatayspor.