Eitt ótrúligt mál hjá Zlatan Ibrahimovic í yvirtíðini gjørdi, at Svøríki slapp úr Budapest í Ungarn við øllum trimum stigunum í HM-undankappingarbólki 1. Svøríki fekk eina dreymabyrjan. Tá longu átta minuttir vóru farnir legði Olof Mellberg Svøríki á odda 1-0. Hendan støðan helt sær líka til 79 minuttir vóru farnir. Tá fekk Ungarn brotsspark, sum Huszti setti í netið. Tá sá svart út hjá Svøríki. Men í yvirtíðini lýsti stóra stjørnan, Zlatan. Ein verjuvilla gjørdi, at Zlatan kom at standa einsamallur við ungarska málverjanum. Zlatan fekk eina langa tá á bóltin. Málverjan bjargaði í fyrstu atløgu, men bólturin støkk út aftur til Zlatan, sum sparkaði bóltin í tað tóma ungarska málið. Fagnaðurin á svensku spælarunum mundi ongan enda fingið, meðan teir ungarsku spælarnir tveittu seg niður á vøllin, vónbrotnir og knústir um, at teir høvdu mist eina stigið úr hondunum.