Nú er ikki longur neyðugt at gita hvar Zlatan Ibrahimović fer at spæla fótbólt komandi árið. Manchester United boðar nevniliga í dag frá, at svenski áleyparin heldur fram í felagnum. Talan er um ein eitt ára sáttmála.
- Eg eri komin aftur fyri at gera tað arbeiðið liðugt, sum eg byrjaði uppá. Tað hevur allatíðina verið ætlanin hjá mær og felagnum, at eg skuldi blíva verandi her, sigur Zlatan Ibrahimović við heimasíðuna hjá felagnum.
Venjarin hjá Manchester United, José Mourinho, sigur við heimasíðuna, at Zlatan hevur uppiborið álit eftir sítt avrik í fjør, og at felagið tolið fer at bíða til hann sleppur av við tann skaðan, sum hann í løtuni stríðist við.
35 ára gamli Zlatan Ibrahimović skeyt síðsta kappingarár 28 mál í 46 dystum fyri Manchester United. Tá spældi hann í troyggju nummar 9, men framyvir fer hann at spæla í troyggju nummar 10.