Fyrr í vikuni gjørdist greitt umvegis news.fo og bolt.fo, at serbiski venjarin hjá TB, Zoran Pavlovic, var sagdur úr starvi, og at TB tískil skal hava nýggjan venjara síðstu tríggjar dystirnar av kappingarárinum.
- Eg fekk bara at vita, at eg var uppsagdur. Eg veit ikki hvør orsøkin er. Eg fekk onga grundgeving, sigur Zoran Pavlovic við Sosialin í dag.
Tað er ein ávís ónøgd við Zoran Pavlovic í TB og tí er hann koyrdur. Formaðurin í felagnum, Henrik Thomsen, hevur tó rós at bera venjaranum.
- Tað er ein ávís ónøgd við venjaran. Annars hevði hann ikki verið uppsagdur. Tað hevur ikki gingið so væl í seinnu hálvu, sigur Henrik Thomsen við Sosialin.
Hann leggur tó afturat, at Zoran Pavlovic hevur gjørt tað gott undir truplum umstøðum. Serliga í fyrru hálvu. Tað verða Karl Øster og Tórður Wiberg Holm, sum koma at standa á odda fyri TB restina av kappingarárinum.
Les eisini um Zoran Pavlovic, TB og 25. umfar í Sosialinum, sum kemur á gøturnar í dag.
http://sosialurin.e-pages.dk/Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER