Í 2014 var Laila av Reyni við familju í tríggjar mánaðir í Nakuru og starvaðist sum lærari á einum skúla. New Life International Africa (NLAI) er ein hjálparfelagsskapur í Nakuru í Kenya og felagsskapurin hevur eitt dreingja- og eitt gentuheim, ein barnagarð, ókeypis fólkaskúla, undirvísing fyri vaksin og eitt kreppuhús fyri neyðtiknar og neyðstaddar kvinnur. Nógvir føroyingar stuðla felagsskapinum, har Laila av Reyni fyrstu ferð hitti tá 16 ára gomlu Zuenah Akiniyi.
Seinastu tíðina hevur Zuenah vitjað í Føroyum, og herfyri hendi nakað, sum hon ongantíð hevur upplivað fyrr. Nevniliga vanliga – og til tíðir óynskta fyribrigdi her heima – kavi.
Zuenah er elsta barnið í einum systkinaflokki av seks børnum. Í húsum teirra í Nakuru er eitt rúm, eingin streymur og einki vatn. Aftaná skúlatíð gingu hon og systur hennara ein hálvan tíma eftir vatni. Hendan túrin gingu tær fýra, fimm ferðir um dagin og heim aftur høvdu tær 20 litrar av vatni hvørja ferð.
Heima hava tey onga brús, einki ves, einki baðiverilsi. Einans eina latrinu uttandurða. Matin gera tey úti – tað vil siga teir dagar, tey fáa mat.
Leiðin eftir vatni er heldur ikki trygg, tí tað er ikki óvanligt, at ungar gentur blíva burturfluttar, neyðtiknar ella dripar.
Tað er ikki ilt at skilja, at Zuenah hevur trupult við at skilja stóra munin millum Føroyar og Kenya. Tá hon slapp inn í felagsskapin NLAI, hevur hon fingið eina nýggja vón um lívið. Á ferð síni í Føroyum hevur hon hitt føroyingar, sum hava bjóðað sær til at rinda fyri skúlagongd hjá systkjum hennara, og tað fer helst at bjarga teimum eins og tað bjargaði henni.
Zuenah hevur lært at seyma frá Lailu av Reyni. Hóast tað stendur 28. November á hennara ferðaseðli heimaftur, so hava føroyingar, sum Zuenah kennir, søkt um uppihaldsloyvi hennara vegna, so hon kann ganga á Glasi og læra sniðgeving á klædnabreytini.
- At ganga á skúlanum í NLAI gav mær eina framtíð og vón. Tá Laila av Reyni var í Nakuru, lærdi hon okkum at seyma og gera klæði. Eg vóni, at eg kann sleppa at ganga í skúla her í Føroyum og læra enn meira um sniðgeving, so eg kann liva av tí í framtíðini. So vóni eg, at eg kann hava yvirskot til at hjálpa øðrum, sum hava tað torført, segði Zuenah Akiniyi við Vikuskiftis Sosialin fyrr í mánaðinum.
Laila av Reyni og Zuenah fóru út at uppliva kava á ein heldur øðrvísi hátt. Ílatin vøkru kjólarnar hjá Lailu av Reynu tóku tær hesar myndirnar.