Danski rapparin og reggae sangarinnan Natasja, ið doyði síðsta ár, vann í ár heilar tríggjar virðislønir á ársins Zulu Awards. Hon varð kosin ársins danska sangarinna ? eins og síðsta ár ? og samstundis fekk hon eisini virðislønirnar fyri ársins danska hitt og ársins donsku fløgu.
Sjálv virðislønahandanin byrjaði mikukvøldið 27. við kongaliga leikaranum Nicolas Bro sum verti. Tað gjørdist ein stórt veitsla og eitt framúr flott tiltak við stjørnum sum Alphabeat, ið vera á Summarfestivalinum, Tina Dickow, Burhan G og okkara egnu Lizzie.
Vinnararnar av Zulu Awards ?08 eru kosnir av fólki, ið hava nýtt høvið at atkvøða á tey útnevndu heimasíðuni zulu.dk.
Zulu awards verður víst í sónvarpinum leygardagin 1. mars kl. 2000, og sum nakað heilt nýtt verður tað á víst á sjálvum TV 2.
Vinnararnir í ár:
Ársins danski sangari: Michael Poulsen (Volbeat)
Ársins danska sangarinna: Natasja
Ársins nýggja danska navn: Alphabeat
Ársins danska hitt: Natasja: ?Gi´ mig Danmark Tilbage?
Ársins danska fløga: Natasja: ?I Danmark Er jeg født?
Ársins danska originala sjónvarpssending: Zulu Djævleræs
Ársins danska lýsing: Tuborg: ?Kapsel?
Ársins danska ítróttarbragd: Daniel Agger: Internationalt gennembrud for Liverpool
Ársins danska mannligi eykaleiklutur: Morten Grunwald: ?Hvid Nat?
Ársins danska mannligi høvuðsleiklutur: Jonatan Spang: ?De Unge År?
Ársins danska kvinnuligi eykaleiklutur: Charlotte Fich: ?Kærlighed på Film?
Ársins danska kvinnuliga høvuðsleiklutur: Paprika Steen: ?Vikaren?
Ársins danski filmur: ?Kunsten at græde i kor? af Peter Schønau Fog