hennara, hóast hon ikki stóð fyri kontoini. - Eg havi fingið teldupost frá 'Netflix' um manglandi gjald. Men av tí, at eg ikki standi fyri Netflix haldinum hjá okkum, havi eg tosað við Netflix og funnið [...] funnið útav, at hetta er ein falskur teldupostur, skrivar hon á Facebook í dag. Telduposturin sær ótrúliga veruligur út, og í honum stendur, at eitt hvørt er galið við kortinum, sum er knýtt at netflix kontoini [...] neyðugt at uppdatera upplýsingarnar, um hon ikki ynskir at missa haldið. Av Netflix siga tey, at falskir teldupostar eru í umferð og tí er umráðandi at geva gætur, tá ið slíkir teldupostar koma.
á. So eg rokni við, at hettar árið fer við at laga seg til tær fíggjarligu umstøðurnar, sum eru nú, sigur Gunvá við Keldu. Samstundis sigur hon, at hetta er ein góð tíð, tí nú eru góðar stundir at leggja [...] eina samanlegging. Tí vænti eg ikki, at vit fara at gera tað stóra arbeiðið við at fáa aðrar kommunur upp í hjá okkum, sigur Gunvá við Keldu. Hon sigur tó, at tað hevur týdning at hugsa um, hvussu kommunalu [...] Klaksvík sær fyri sær, at raksturin hjá kommununum fer at vaksa og vaksa soleiðis, at tað fer at verða tgrupult hjá kommununum at hava pengar til íløgur. - Tí haldi eg tað verða umráðandi, at vit eisini
innan fólkaskúlan, eg kundi hugsað mær, at barnamentanin verður tengt at. Vit hava musikkskúlan og eg ímyndi mær, at hann kann taka sær av øðrum eisini, tað vil siga av øðrum skapandi við børnum og ungum [...] aftur. Í hesum døgum síggja vit, at pengar verða játtaðir til at veita foreldrum pengar at ganga heima hjá børnum sínum? ? Tað er óheppið, tí tað kann føra við sær, at konufólk verða hildin heima. Tað [...] bókmentir og eg vildi ynskt, at vit kundu fingið hesi viðurskifti inn í skúlan, sigur Katrin D. Jakobsen. ? Ítróttin er serliga frammi og hon er ógvuliga týdningarmikil, men sum lærari síggi eg so nógvar
teg øðrvísi at, enn hann gjørdi í aktuella málinum? -Eg veit ikki. Tað er altíð so lætt at vera bakklókur. -Hondina á hjartað? -Eg tori ikki at siga, hvat eg hevði gjørt. Men eg trúgvi, at Signar á Brúnni [...] -Merkir tað, at tú fer einki at fyritaka tær, nú tú hevur móttikið eina áheitan frá Signar á Brúnni um eina kanning? -Tað veit eg ikki - um eg ikki taki okkurt stig. Men eg skal ansa eftir ikki at taka nøkur [...] stendst fyri at fáa avklárað slík viðurskifti. Spurningurin er so bara, hvussu eg fái gjørt tað ella um eg fái gjørt tað. Og tað er hetta, sum eg ikki eri liðugur at kanna. Løgmaður sigur víðari, at hetta sjálvandi
einasta eg kundi gera, var at siga upp. Eg hugsi ikki so nógv um, hvussu støðan hjá okkum verður eftir 1. jan. við eini inntøku minni. Sjálv havi eg einki ímóti at gera okkurt heilt annað, sigur hon. Sum [...] arbeiðið. Tað er ómetaliga strævið at vera til arbeiðis, tá ið ein er illa upplagdur. - Tað sum pínir mest, er, at eg ikki orki at taka mær av mínum børnum, tá ið eg komi heim úr arbeiði. Útlitini fyri einum [...] samanberast við arbeiðstrýstið á B6, sigur hon. - Uttan at taka nakað frá nøkrum, er hetta nógv tann strævnasta deildin eg havi verið á. Sjúkrasystralesandi, sum koma á deildina í starvsvenjing, siga við ein munn
hvussu hevði gingist at nútímansgera flotan í Barentshavinum. Og eg má siga, at eg gjørdist skelkaður, tá eg sá tølini. Tí har sæst, at ongin nýbygningur var ímillum teirra, sum tey seinastu árini hava siglt [...] til, at teir alment koma við slíkum vitleysum pástandum, er eina og aleina, tí teir ikki tora at standa við sítt egna máttloysi. Onkur annar skal hava skyldina. Tí hesi reiðarí tora sjálvsagt ikki at viðurkenna [...] stabil, soleiðis at møguleikarnir hjá hesum reiðaríum at byggja sær meira nýmótans skip hava verið av teimum bestu, sigur Frank Davidsen og heldur fram: – Av forvitni loyvdi eg mær at hyggja eftir, hvussu
Brimheim Heinesen í Havn. Hon vísir á, at hon er eitt sindur stúrin um hundin hjá sær, Kurlu, sum er sera bangin fyri fýrverki. Hon roynir at linna ræðsluna hjá hundinum við at koyra rullugardinurnar niður [...] samband við, at 90 ár eru liðin, síðan hann var borin í heim. - Eg havi droymt um at syngja saman við einum symfoniorkestri, síðan eg var smágenta. So tað var heilt fantastist og ótrúliga rørandi at uppliva [...] allir áhoyrararnir reistu seg upp at klappa í takt til endans, streymaðu tárini niður eftir kjálkunum. Eg nýti høvi her at takka øllum so hjartaliga, sum hava stuðlað mær í at fremja hesa verkætlanina. Hvat
skipari á Jógvan S, og eg minnist, at ein var ikki sørt stoltur, tá ið tað frættist, at Mortan var farin at føra skip. Væl var fylgt við, hvussu tað gekk honum og tað má sigast, at væl lá fyri. Mortan gjørdi [...] segði eg við hann. Tað fekk eg prógv fyri nú ein dagin. Eg mintist bæði Hans Erik, Jógvan Segl, Urbanus og Peila, men nú ein dagin sá eg ein av segluhúsmonnunum nevnliga Mortan kl. 10 ein morgun koma gangandi [...] havi eg altíð mett Mortan sum ein av mínum bestu vinum. Mortan var sjómaður alt sítt lív og ikki kann sigast annað enn, at hann byrjaði tíðliga. Hann segði mær fyri kortum, at hann var í Islandi við Sigurfarinum
eftir, at Livar Nysted skuldi koma. Flogfarið við honum skuldi lenda klokkan 21.15, men tað varð seinkað, og tí kom maðurin ikki fram fyrr enn klokkan var hálvgum eitt um náttina. Bygdin var skrýdd við ljósum [...] Veronika Petersen bað Livar um at koma upp á pallin og rósti honum fyri at hava framt eitt tað størsta ítróttarbragdið, sum nakar nakrantíð hevur gjørt. Hon nevndi, at í øllujm tí, sum Livar hevur gjørt [...] fyri at hava róð longsta teinin í 24 tímar. Borgarstjórin rósti eisini konu Livar, Svannu sum hevur víst seg sum ein sterk kvinna. ? Livar hevur prógvað, at tað loysir seg at seta sær mál, og við hesum
er altíð at vinna. Men ein má taka tað við løttum sinni, sigur Guðrun Sólja Jacobsen. Uppá fyrispurning sigur hon, at sjálvsagt vónar hon, at føroyingar fara at stuðla henni, eins og áður, við at atkvøða [...] Men roynt verður líkasum at gera sangin størri, enn hann vanliga er, við at lata røddina koma meira til sættis, sigur Guðrun. Guðrun hevur sjálvandi vónina um at koma víðari og at vinna kappingina. Hesa [...] lag, sum hon altíð syngur, tá hon sjálv bert skal murra eitt lag fyri sær sjálvari, og eitt lag, sum hon ofta framførir, tá meira lættar framførslur eru á skránni á heimavølli. - Eg vil tó siga, at talan