bátin, og tá var hetta eitt lík. Tað varð so fingið upp á land og lagt á ein stiga. Síðan varð tað sett inn í kirkjuna fyri náttina. Dagin eftir varð líkið av Frits Christiansen, Frits klokkarin nevndur [...] greiddi beiggi hennara Andrew Godtfred í 2004 frá í FF-blaðnum: “Niels Jespersen í Hovi hevði ført Silver Spray. Hann var forlovaður við systir míni Evi. Í 1936 var hann skipari á saltfiskaveiðu, men so [...] Meiningin var so, at Niels skuldu gerast skipari. Men ólukkutíð slerdi hann út á heimreisuni við Silver Spray, seinasta túrin danin var skipari. Tá skuldi Niels taka við”. Tá fór Andrew við sum skipari