undarlig at síggja. Hvør dropi, sum kom á hana í gjár frysti. Alt var hvítt, líka frá knappunum og niður á sjógv. Allir endar vóru sum ein ormur so tjúkkur á dekkinum, at fokkan fekk ikki farið eftir loybumminum [...] eydnaðist mær ikki at fáa tað sagt, meðan eg var heima. Nú er tað sagt, so nú fer Gud og eydnan at ráða. Tað verður strævið hjá mær at liva í ótta og iva allan hendan túrin, men tað fer so at verða sum tað [...] koyra glyserin í oyrini og nap(ull) fyri, tað er óhugnaligt at hava. Eg eri nú so stak deyvur. Vit fingu boð at koma í gjár, so nú er tað liðugt fyri hesaferð. Eg skal fara fríggjadagin. Veðrið er gott. Fyrrapartin
tí náttúrligt at hugt verður at hesum útreiðslum, og eftir møguleikum at tálma teimum. Játtanir skulu haldast, og tí liggur ein stór ábyrgd á Stuðulsfólkaskipanini at bera so í bandi, at øll børn, sum [...] r hesar fóru at hava við sær. Tá varð eisini kunnað um, at allir stuðlar fóru at vera sagdir úr starvi, og at lýst fór at verða eftir fólki til nýggju stuðulsskipanina. Allir stuðlar vóru sjálvandi vælkomnir [...] aftur, stóð ikki á at fáa fólk at loysa av og at taka eyka tøk í hesari stravnu tíð. Tað ber boð um, at Almannastovan hevur trúgvar og ábyrgdarfullar stuðlar, og tíbetur hava mong valt at søkja inn aftur
týðiligt, at hann hevði ongan frið á sær og at hetta vóru langir tímar hjá honum. Men í gjárkvøldið var lagið betri, tá ið gekk hann aftur ímillum fólk við einum skálkabrosi á varrunum og tað skilst, at hann [...] landsstýrið og so kemur sandoyartingmaðurin Páll á Reynatúgvu á ting og hann hevði heldur ikki góðtikið, at pilkað verður við Sandoyartunnilin. Hinvegin stúrdu summi fyri, at tey etisku málini fóru at verða ein [...] undanfarnu samgongu, at politikarar spældu fríspæl. Aðrir halda, at tað er ein styrki, tí tað tvingar alla samgonguna at halda saman og at tað fer at forða summum politikarum í at spæla fríspæl. Í undanfarnu
sum góvust at renna. Tað stóð at lesa á tí almenna úrslitalistanum. Men har stóð ikki, at Kanakuri var ongantíð komin aftur - hvørki so ella so. Onnur søgdu seg hava sæð hann miðskeiðis á teininum, men [...] kortini var ov seinur, valdi hann at hugna sær saman við vertinum og húski hansara eina løtu afturat. -Men eg var so illa við og skammaði meg so, at eg tordi næstan ikki at vísa meg aftaná. Eg fór við tokinum [...] fingið nøkur boð um hann. Shizo var snøgt sagt horvin. Onkur vildi vera við, at hann hevði mistikið seg á einum krossvegi og var farin skeivan veg, og at hann framvegis rann onkunstaðni. Tað vóru bara tveir
tíðina at gera álvara av at klænka seg, tí nú var tað við at verða so galið, at tad einasta hon passaði var oyraprýði. Dømi um hennara kreativu evnini eru mong, so ikki ber til her at ramsa alt upp, [...] flenna hjartaliga at hesum. Hon skuldi seyma sær okkurt plagg burtur úr tí, men hon var so óvon við at klippa, tí gjørdi hon so nógvar feilir við hesum toystykkinum, at tad einasta, hon at enda fekk burtur [...] fingu vit boðini um, at tíðin var um at verða runnin. Tað gav okkum møguleikan av verða hjá henni dag og nátt, so hon ikki var einsamøll. Lovaðu mammu at heilsa øllum. Tað er hervið gjørt á hendan hátt
í eitt lík? - Skilji so sera væl, at Hanus, eins og onnur javnaðarfólk, er dapurskygdur. Haldi tó, at hendan politiska viðmerking hansara ber boð um, at kring um í landinum, niðri á lágu gøtunum, har f [...] virðiligt lív. Undirritaði trýr, at hetta framvegis er hugsjónarliga besta boð. Og væl veit eg, at tað eru so mong onnur, ið eisini halda tað sama. Og tí góðtaka vit so slett ikki, at vit hava tapt. Undanfarnu [...] mær, og fari eg í fyrstu syftu at senda Hanusi eina hjartans tøkk fyri, at hann á hendan sera siðiliga og virðiliga hátt loysti frá posabandinum og fari hervið at loyva mær at koma við nøkrum viðmerkingum
viðmerkingar um forholdið - at tað ikki fór at halda, at tað ikki bar til - so hava tey hildið saman í fimm ár, og farna vikuskiftið giftust tey í Havn. - Eg eri so góður við Rakul, at eg hevði gift meg við [...] komu at kennast eftir tað. Eg fann skjótt út av, at hann dugdi væl at greina og tulka, og tá ið eg fekk onkra yrking hjá Kára P at tulka í skúlanum, bað eg hann hjálpa mær, og soleiðis komu vit at kennast [...] Gulløl við á møti Fyrstu tíðina, tá ið Johan og Rakul gingu saman, drakk Johan illa, og tað var eitt stríð hjá honum at leggja av. Stundum vóru framstig, men so datt hann út í aftur. Men so hendi tað,
vinnari finnast, so var HB rætta liðið. Teir høvdu meira at bjóða upp á enn GÍ. At so Suni Olsen við sínum illa umhugsaða albógva móti andlitinum á Rúna Nolsøe, gjørdi tað lættari fyri HB, er so ein partur av [...] hálvleikur byrjaði sást, at GÍ hevði fingið boð um at leggja størri trýst á HB. Teir vóru nógv meira uppsettir enn teir vóru í fyrra hálvleiki, og teir otaðu seg longur fram á vøllin. Kortini gav hetta [...] tað eydnaðist. So var 1-1 og nú væntaðu tey flestu, at GÍ fór at seta seg á dystin. Men gleðin var stokkut. Súni sá reytt Stutt eftir at GÍ hevði javnað, bardi Súni Olsen seg til bóltin á miðjuni. Hann
møguleika at vera at klúgva upp á eitt lastbiladekk, sum hekk við bryggjuna. Tað eydnaðist, men genturnar vóru ikki mentar at gera tað sama, so vátar og tungar í sjónum, sum tær vóru. Tað eydnaðist hon at hála [...] kavanum, og so fekk hann hug at fara oman á bryggjuna at spæla, tí økið var so stórt. Ferðin var ikki meira enn 40-59 km um tíman. - Tað kom púra óvart a meg, at har var gler. Eg royndi at venda og bremsa [...] hála fyrst aðra og so hina gentuna upp, og tær kluvu so víðari upp á bryggjuna. - Fleiri hava spurt okkum, um vit ikki vóru køld. Nei, vit føldu ongan kulda, helst tí vit vóru so skelkað. Telefonir teirra
pápa. Hann fekk onga trygging. So einaferð kemur pápi út á hospitalið at vitja mammu, sum var innløgd. Tá komu boð um, at læknarnir vildu tosa við hann. Teir vóru púra paff at síggja mannin koma trampandi [...] við hann, at frægari manning enn hana á Solo tað árið var ring at finna. Men ikki gekk væl við fiskiskapinum. Hann segði, at tað viðraði stak illa, og Solo var deyðsiglari. Eisini er sagt mær, at hon var [...] hjálp mær at vera fróður. O, Jesus Kristus hjálp tú mær á øllum illum vinna, at elska beiggjarnar meg lær og alt hitt góða inna. So veit eg Jesus, at tú vilt mín góði faðir vera, meg varða frá at gera ilt