Indiski rúmdarstovnurin hevur í dag við hepni sent út eina rakett, sum skal føra eitt ómannað rúmdarfar á Mánan. Tiltakið skal røkka málinum í næsta mánaði við at lenda á suðurpóli Mánans. Eingin leiðandi [...] leiðandi rúmdartjóð hevur áður verið har, og hepnast tað, fer tað at stimbra støðu India sum leiðandi veldi í Rúmdini. Rakettin varð sent út av rúmdarstøðini Andhra Pradesh. 16 minuttir seinni loysti lend [...] fyri at lenda á Mánanum. Tey eru USA, fyrrverandi Sovjetsamveldið og Kina. Men tað er bara USA sum hevur havt fólk á Mánanum. Fyrstu ferð í 1969. Um tað gongur eftir ætlan fer Chandrayaan-3-farið at verða
inni við land, sera rak. Í fleiri ár hevur annars verið sagt frá bæði nógvari og góðari hýsu á Føroyabanka, og sagt hevur verið, at fiskurin á Bankanum sum heild hevur verið væl fyri. Áðrenn Føroyabanki [...] dag hava søgur gingið um, at hýsa, sum seinastu dagarnar er veidd á Føroyabanka, er deyðarak. Hetta hevur eisini ávirkað prísin, sum bátarnir hava fingið fyri hýsuna. Hetta ljóðar ófrættakent, nú Føroyabanki [...] Føroyabanki endiliga er latin uppaftur fyri avmarkaðari vinnuligari veiði. Heimasíðan - r7.fo - hevur fingið nakrar myndir sendandi av hýsu, sum er sera rak, og hýsan verður nú samanborin við toskin, sum fekst
Hansson Joensen átti uppleggið til tvey av málunum. Hann hevur seinastu ferðirnar ikki verið við, tí hann hevur verið skaðadarvaður. Mathias Voss hevur ikki verið við seinsatu ferðirnar, men í dag vóru bæði [...] í midlar.fo. Stórsigurin á Eiði ber við sær, at 07 Vestur eftir fyrsta triðingin hevur 10 stig, meðan EB/Streymur hevur 7 stig. Leygardagin fær EB/Streymur vitjan av ÍF, og sunnudagin fær 07 Vestur vitjan [...] øðrvísi, tí tá skoraði 07 Vestur fýra mál aftrat. 5-0 sigurin er tann størsti yvirhøvur, sum 07 Vestur hevur vunnið í bestu deildini. -Tað kom væl við, at tað eydnaðist eftir horna at skora í fyrra hálvleiki
felagið soleiðis: – Katrin Joensen-Næs hevur valt sær eina listaleið innan filmslistina. Filmslistin er ung í Føroyum, og man kann siga, at hon er í besta blóma. Katrin hevur í fleiri ár verið ein partur av hesi [...] sum sameinir allar listagreinir, men tann parturin, sum hevur størstan týdning fyri ein film, er tann góða søgan. Hóast sín unga aldur, hevur Katrin latið tveir filmar úr hondum. Hon skrivaði og leikstjórnaði [...] orðini og søgan, sum er drívmegin, so er tað fyri hetta, at Katrin fær Ebbu-virðislønina. Katrin hevur gingið á Ritlist. Herfyri frættist, at Katrin var sloppin inn á danska filmsskúlan. Hetta er fyrstu
umsetti brotsspark til mál. Óla Kristian hevur skorað fimm mál í ár, 19 ára gamli Jónatan Lervig hevur skorað tvey mál, og 17 ára gamli Árni Nóa Atlason hevur skorað tvey mál í næstbestu deildini higartil [...] regluliga eru á besta HB liðnum, var á listanum hjá HB í Gøtu í dag. Víkingur hevur 24 stig, og HB, sum er á sætta plássi, hevur 11 stig. Leygardagin verður Víkigur partur av grannauppgerð í Runavík, og tá [...] Næstbesta liðið hjá Víkingi hevur í fleiri ár verið klekingarmaskina, og soleiðis er tað framvegis. Tað sæst á manningarlistanum, har teir fleiri eru 20 ár ella yngri enn so, og tað sæst á støðutalvuni
sum onkuntíð hevur staðið seg væl í Sarpugerði. Longu klokkan 14 fer Kári J. á Høvdanum at bríksla fyri fyrstu ferð í Gundadali, har tað verður toppdystur millum B36 og KÍ, sum framvegis hevur fulla úrtøku [...] úrtøku í landskappingini. KÍ hevur tapt einaferð í ár. Tað var í Gundadali í steypakappingini, tá ið B36 vann 2-0. Á Argjum verður TB gestur. AB hevur framvegis einki stig vunnið, og TB er á áttanda plássi [...] oyggjauppgerð í Fuglafirði ímóti ÍF, sum úr seks teimum fyrstu umførunum hevur vunnið 9 stig ella 6 stig fleiri enn B68, sum enn ikki hevur vunnið fulla úrtøku. ÍF – B68: Bjarki Danielsen kl. 17.00 Víkingur
í Ukraina hevur enn ikki viðmerkt seinasta álopið í Russlandi. Zakhar Prilepin hevur alment sagt sín fulla stuðul kríggið hjá Russlandi í Ukraina. Hann hevur eisini reypað av, at hann hevur verið í stríði [...] er fyri einum bumbuálopið á russiskari jørð. Russland hevur lagt Ukraina undir at standa aftan fyri hinar báðar spreingingarnar í Russlandi. Tað hevur ukrainska stýrið afturvíst. Í apríl varð tann kendi
Volodymyr Zelenskyj, hevur viðurkent, at býurin ikki longur tykiskt verða á ukrainskum hondum. – Frá í dag er Bakhmut bara í hjørtum okkara, segði Zelenskyj um vikuskiftið. Jevgenij Prigozjin hevur undir stríðnum [...] støðuna. Hann hevur eisini funnist at hernaðarligu leiðsluni í Russlandi og millum annað kravt, at bólkurin fær meira lóður. Fyri kríggið búðu umleið 80.000 fólk í Bakhmut. Volodymyr Zelenskyj hevur áður ávarað [...] er í Donetsk landspartinum. Sambært Prigozjin eru 20 prosent av teimum 50.000 fangunum, sum Wagner hevur rekrutterað úr fongslum, deyðir í stríðnum í býnum. Eitt líknandi tal úr fasta herinum hjá Wagner
tónleikari í Føroyum og hevur givið út fleiri útgávur. Nú verður hon at hoyra á Voxbotn 2023, á fyrsta sinni. Hon varð fødd í Føroyum, hevur føroyska mammu og norskan/canadiskan pápa. Hon hevur eisini búð í Canada [...] Canada, men flutti sum ung aftur til Føroya og hevur hon ríkað oyruni hjá føroyingum síðan. Tað hoyrist á tónleiki hennara, at hon hevur canadiskar røtur, tí tað munnu vera fáir føroyingar, ið syngja enska [...] enska málið eins væl og hon. Saman við manni sínum Niclas Johannesen, hevur hon útgivið fleiri útgávur og hava tær verið sera væl móttiknar. Nakrir sangir hava eisini megnað at koma útum landoddarnar, t
Skipið, sum er keypt úr Noregi, hevur tvey trolspøl og tískil trola teir einsamallir. Tað merkir, at fimm skip eru á gulllaksaveiði í vertíðini í ár. Eysturbúgvin hevur verið úti og gjørt nakrar royndir [...] reka gulllaksaskipini, siga, at fiskiskapurin hevur verið misjavnur, síðan farið varð á fyrsta túrin í vertíðini hesaferð. Tað vísir seg, at høgættin hevur ikki roynst nakað serligt. Enn er ikki greitt [...] Tað hevur ikki gingið best í gulllaksavertíðini higartil í ár, men gongd er í. Vertíðin plagar at byrja, tá nakrir dagar eru farnir av apríl, og í fjør varð fiskað fram til endan av september. Í vertíðini