Russiskir myndugleikar hava almannakunngjørt eina mynd av sprongda bilinum hjá Prilepin eftir bumbuálopið. Hann varð særdur, men bilførarin doyði. - Foto: Handout/Ritzau Scanpix

Russiskur rithøvundur særdur av bilbumbu – bilførarin doyði

Ein dyggur stuðul av krígnum hjá Russlandi í Ukraina er í dag særdur av spreinging í einum russiskum býi.

 

Russiskir myndugleikar hava almannakunngjørt eina mynd av sprongda bilinum hjá Prilepin eftir bumbuálopið. Hann varð særdur, men bilførarin doyði. - Foto: Handout/Ritzau Scanpix

Kendi russiski rithøvundurin Zakhar Prilepin er í dag særdur av bilbumbu í býum Nizjniju Novogorod landspartinum í Russlandi.

Tað upplýsa russisk fregnarfólk sambært tíðindastovuni Reuters.

Tað var bilurin hjá Zakhar Prilepin, sum varð sprongdur í luftina.

Prilepin var ferðafólk í bilinum, sum bilførari hansara koyrdi. Bilførarin doyði í spreingingini.

Miðlatænastan hjá rithøvundanum upplýsir í stuttum boðum, at hann er »ok«.

Ein mistonktur persónur er handtikin, sigur talskvinnan hjá russiska innanríkismálaráðnum.

Statsliga russiska tíðindastovan Tass endurgevur ónavngivnar russiskar trygdardeildir fyri at siga, at tey hava funnið eina íbúð í Moskva-økinum, har tey halda, at tann bumban, sum varð brøkt í álopinum, er framleidd.

 

##med2##

Russisku myndugleikar meta spreingingina sum eitt yvirgangsálop. Tey hava alt fyri eitt lagt Ukraina undir at standa aftan fyri spreingingina.

– USA og Nato hava uppfostrað enn eina altjóða yvirgangssellu – regimið í Kyiv, skrivar Maria Zakaharova, talskvinna hjá russiska uttanríkisráðnuml, á boðtænastuni Telegram.

Hon leggur afturat, at álopið er »beinleiðis ábyrg hjá USA og Bretlandi«, men legði ikki fram nøkur prógv fyri hesum páhaldi.

Stjórnin í Ukraina hevur enn ikki viðmerkt seinasta álopið í Russlandi.

Zakhar Prilepin hevur alment sagt sín fulla stuðul kríggið hjá Russlandi í Ukraina. Hann hevur eisini reypað av, at hann hevur verið í stríði í Ukraina.

Tað er sambært Reuters triðju ferð undir krígnum, at ein týðandi stuðul av krígnum og av russiska forsetanum, Vladimir Putin, er fyri einum bumbuálopið á russiskari jørð.

Russland hevur lagt Ukraina undir at standa aftan fyri hinar báðar spreingingarnar í Russlandi. Tað hevur ukrainska stýrið afturvíst.

Í apríl varð tann kendi prorussiski bloggarin Vladen Tatarskij dripin í spreingin í Sankta Pætursborg. Tartarskij kom úr Donetsk í eystara Ukraina.

Og í august í fjør var Darja Dugina dripin av eini bilbumbu í Moskva. Hon var dóttir ein týðandi nationalistiskan hugsjónarmann.

/ritzau/

 

Russiskir myndugleikar hava almannakunngjørt eina mynd av sprongda bilinum hjá Prilepin eftir bumbuálopið. Hann varð særdur, men bilførarin doyði. - Foto: Handout/Ritzau Scanpix

Zakhar Prilepin varp særdur, tá bilur hansara varð sprongdur í luftina í Niznij Novgorod-økinum. (Arkivfoto). - Foto: Stringer/Reuters