Mikukvøldið vann næstbesta liðið hjá Víkingi 2-0 á Sandi. Tá var talan um útsettan dyst. Í dag hittust Víkingur og B71 aftur. Nú var tað uppi á Brekku í Leirvík. Úrslitið var 3-3 eftir hálvleiksstøðuna 2-1 til B71.
At tað í tveimum dystum bara er eydnast B71 at vinna eitt stig ber við sær, at vánirnar at vinna uppflyting eru nógv versnaðar í hesi vikuni. Nú tað resta sjey umfør er B71 níggju stig og verri málmun aftanfyri AB, sum kappast við B71 um at vinna uppflyting.
Víkingur er á fimta plássi við 29 stigum.
Tíggju minuttir vóru farnir, tá ið Lucas Ørneborg legði B71 á odda við brotssparki. Eitt korter seinni javnaði Rani Hansen til 1-1. Uppleggið átti Kaj Leo í Bartalsstovu.
Tíggju minuttir undan steðginum varð Lucas Ørneborg aftur upp á spæl, tá ið hann varð tvífaldur málskjútti og legði B71 á odda 2-1. Hetta var fjórði dysturin hjá Lucas Ørneborg, síðani hann í summar fór at spæla við B71, og nú hevur hann skorað fýra mál.
Tíggju minuttir eftir steðgin javnaði Víkingur til 2-2. Dávid á Líðarenda átti uppleggið, og tað var Fríði Gertsson Jarnskor, sum var málskjútti. Fimm minuttir seinni varð Fríði tvífaldur málskjútti. Nú hevur 17 ára gamli Fríði skorað trý mál í 1. deild í ár.
Fýra minuttir undan dystarloki javnaði B71 til 3-3. Málskjútti eftir hornaspark var Jens Olsen. Hetta var fyrstu ferð yvirhøvur, at 22 ára gamli verjuspælarin, sum undan hesum kappingarárinum flutti úr AB og til B71, var málskjútti í næstbestu deildini.
Fríggjadagin fær B71 vitjan av EB/Streymi, og leygardagin fer Víkingur at spæla á útivølli ímóti 07 Vestur.