Fyrr í dag spældi David Geza Turi allan dystin, tá Grimsby Town i dysti í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini leikti javnt 1-1 á útivølli móti Accrington Stanley.
Talan er um fyrsta dystin hjá Geza í liguni hetta kappingarárið.
Írski Jaze Kabia legði Grimsby á odda í 26. minutti. Sami Jaze Kabia brendi eitt brotsspark tíðliga í seinna hálvleiki, og so var tað heimaliðið, ið fekk mál, og so fekk Grimsby bert eitt stig við sær.
Komandi mikukvøld klokkan 20 verður stórhending á skránni í Grimsby. Tá kemur Manchester United á vitjan í øðrum umfarinum í Liga Cup steypakappingini. So mugu allar Fótbóltsføroyar krossa fingrar og tær fyri, at Geza sleppur upp í part hetta minniliga kvøldið á Blundell Park.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Accrington Stanley-Grimsby Town 1-1 (0-1). Geza sæst við nummar 15 á rygginum:
##med2##