Læt lív undir plenuklippara í Noregi

Tað er eisini hent í Føroyum, at fólk hava fingið løstir av einum plenuklippara

 

Í dag veit norska kringvarpið - NRK - at siga, at ein maður í sjeytiárunum hevur latið lív undir einum plenuklippara.

 

Hendingin fór fram í Kviteseid í Moland, og tað vóru avvarðandi, sum boðaðu frá vanlukkuni.

 

Sambært NRK hevði maðurin fingið ein stóran plenuklippara omanyvir seg, og tá neyðhjálparfólk komu á staðið, var hann deyður.

 

- Sjúkrabilur og lækni komu á staðið, men maðurin var deyður, sigur átaksleiðarin hjá løgregluni í økinum, Jan Christian Johnsrud.

 

NRK veit at siga, at løgreglan ger kanningar á staðnum, og avgjørt er, sigur løgreglan eisini, at líkið skal kannast.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at tað eisini er hent í Føroyum, at fólk eru komin illa fyri og hava fingið løstir av einum plenuklippara.

 

Fyri nøkrum árum síðan gleið ein maður í einum skráningi og hálaði plenuklipparan upp á beinini á sær í fallinum.

 

Knívurin, sum melur runt undir plenuklipparanum, var júst brýndur og maðurin, sum tíbetur var í stivlum, skar seg um føturnar.