Ukraini hand­tikin fleiri ár eft­ir sa­bo­tasju á Nord Stream

Nærum trý ár eftir sabotasjuna av gassleiðunum Nord Stream 1 og 2 í Eystursjónum hevur italska løgreglan handtikið ein ukrainskan mann.

Danska verjuleiðslan hevur áður almannakunngjørt myndir, sum vísa, at gass lekur úr Nord Stream 2-leiðingini í Eystrasalti. - Mynd: Útbýti/Ritzau Scanpix

Tað upplýsti týskir ákærumyndugleikar í dag, sambært Reuters.

Maðurin verður førdur fyri ein týskan dómara, tá hann er útflýggjaður.

Maðurin er undir illgruna fyri at hava samskipað sabotasju móti teimum báðum leiðunum, sum binda Týskland og Russland saman.

Hann og fleiri onnur settu spreingievni á tær báðar leiðingarnar nærhendis Bornholm, upplýsir ákæruvaldið sambært AFP.

Sambært ákæruritinum fór bólkurin avstað úr Rostock í Norðurtýsklandi í einum báti.

Ukrainski maðurin er handtikin við støði í einum evropeiskum handtøkuboði.

 

Ritzau/Reuters

 

 

 

Danska verjuleiðslan hevur áður almannakunngjørt myndir, sum vísa, at gass lekur úr Nord Stream 2-leiðingini í Eystrasalti. - Mynd: Útbýti/Ritzau Scanpix